Málfrøðingar meta um føroyskt

Farnu dagarnar hava níggju viðurkendir útlendskir málfrøðingar verið fyrilestrahaldarar á eini ráðstevnu um føroyska málið, ið Føroyamálsdeildin á Fróðskaparsetrinum skipar fyri.

"Symposium om lingvistiske teorier og færøsk".

Heitið á málvísindaráðstevnuni, sum í hesum døgum verður hildin á Føroya Læraraskúla, ljóðar í sær sjálvum vísindaligt og talan er eisini um eina røð av fyrilestrum, ið krevja eina ávísa vitan um mál, skalt tú gera tær vón um at fáa nakað burturúr.

Áhoyraraskarin er settur saman av núverandi og fyrrverandi næmingum á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum, teirra undirvísarum, føroyskum málgranskarum, nøkrum einstøkum lærarum og ikki so fáum útlendskum málgranskarum, ið eru komnir hendavegin at fáa íblástur til arbeiði sítt.

- Tað kom heldur óvart á okkum, at áhugin fyri ráðstevnuni var so stórur millum útlendskar granskarar. Stutt eftir, at vit høvdu sent innbjóðingarnar, komu fleiri aftursvar frá fólki, ið ætlaðu sær at koma til Føroya í sambandi við ráðstevnuna, sigur ein av høvuðsfyrireikarunum, Jógvan í Lon Jacobsen av Føroyamálsdeildini.

Tey sum skipa fyri ráðstevnuni eru Málráð Norðurlanda, Føroya Læraraskúli, Føroyamálsdeildin á Fróðskaparsetrinum og Kurt Braunmüller.


Útlendingarnir kennast við føroyskt

Tað kann kanska ljóða eitt sindur margháttligt, at allir fyrilestrarhaldararnir á einari málvísindaráðstevnu um føroyskt, eru útlendingar.

Men sambært Jógvani í Lon Jacobsen, duga fleiri av útlendsku málfrøðingunum at tosa føroyskt, og allir hava teir sett seg inn í føroyskt mál eftir júst teirri grein av málfrøðini, ið teir fáast við.

Sum dømi um kunnleikan hjá hesum málfrøðingum nevnir hann, at fyrsti fyrilestrarhaldarin á ráðstevnuni, fráfarni professarin á universitetinum í Keypmannahavn, Jørgen Rischel, hevur skrivað inngangin í Føroysku-donsku orðabókini eftir Chr. Matras og M. A. Jacobsen.


Fara vísindaliga til verka

Annars er tað ikki so umráðandi, um útlendsku málfrøðingarnir duga at tosa føroyskt flótandi ella ikki, tí á ráðstevnuni verður farið vísindaliga til verka.

Teir níggju fyrilestrahaldararnir eru allir serkønir innan hvør sína grein av málfrøðini, tað veri seg ljóðfrøði, málsøgu, setningsbygnað, sosiolingvistik og so framvegis. Teir hava stóran kunnleika til ástøði, og arbeiða eftir hesum, líkamikið hvat mál, ið verður viðgjørt.

Á ráðstevnuni her byrja teir allir við at bera fram ástøðiliga grundalagið undir teirri grein av málfrøði, sum teir vanliga fáast við. Síðan verður hugt eftir, hvussu hesar passa til føroyskt - og hvat tær kunnu siga um føroyska málið.

Við at hyggja at føroyska málinum frá einum ástøðiligum sjónarhorni, gerst tað møguligt at seta føroyskt mál í størri høpi.


Íblástur til føroysku granskararnar

At fara ástøðiliga til verka og seta føroyskt inn í størri høpi er ikki júst fremmant fyri granskarar og lesandi á Føroyamálsdeildini.

Men Jógvan í Lon Jacobsen væntar sær og hinum føroysku málfrøðingunum nógvan íblástur av ráðstevnuni.

- Hendan ráðstevnan skal eggja okkum, sum dagliga sita og arbeiða við føroyska málinum, til at halda fram og kanska til at lata eyguni upp fyri nýggjum sjónarvinklum. Vit skulu síggja nýggjar vegir at fara eftir í granskingini av móðurmálinum, greiðir hann frá.

Ráðstevnan varð sett tíðliga hósmorgunin, og heldur fram til út ímóti kvøldi í dag. Ráðstevnan er skipað soleiðis, at fyrrapartar hava tríggir fyrilestrar verið hildnir. Seinnaparturin er farin við, at fólk hava sett seg í arbeiðsbólkar, ið hava viðgjørt føroyska málið eftir tí, sum fyrilestrarhaldararnir hava lagt fram fyrr á degnum. Um kvøldið hava luttakararnir havt høvi til at sæð Tinganes, Listaskálan og Fornminnissavnið.

Flestu fyrilestrarnir hava verið hildnir á norðurlendskum máli, men onkur einstakur hevur verið á enskum.e;i gjørdist meira frígjørdir í framrættaða spælinum. Annar møguleiki hevði verið, at sett Jón Róa inn fyri ein miðvallara, so HB seinastu løtuna leikti við trimum áleyparum.

Nú er altíð lætt at vera eftirklókur, men tað er nú einaferð soleiðis, at tá spælt verður í eini steypafinalu, so mást tú satsa, um tú ert aftan fyri. At tapa við einum ella tveimum málum er so fullkomulia líkamikið.


GÍ var betri

Øll henda skrivingin um, hvat HB gjørdi rætt ella skeivt, skal tó á ongan hátt skiljast sum ein niðurgering av avrikinum hjá GÍ.

Leikararnir sýndui, at hóast teir ikki spæla sama ágangandi fótbólt, sum teir fyrr hava gjørt, so vita teir framvegis hvat skal til.

Í flestum lutum vóru teir tað lítla pettið hvassari enn mótstøðumenninir, og yvirhøvur spældur teir skilabetri. Vóru umstøður til at spæla róliga niðaneftir, so varð hetta gjørt. Skuldi bólturin bara vekk, so varð hetta gjørt. Ja, yvirhøvur høvdu teir tamarhald á dystinum teir allarflestu av teimum 90 minuttunum, sum vórðu leiktir.

»GÍ er nakað heilt fyri seg« varð sungið eftir dystin, og hesum kunnu vit bara geva fegnu viðhaldsfólkunum rætt í. Liðið, sum hevur myndað toppin av føroyskum fótbólti var av mongum avskrivað, tá vit komu út í juni mánað, og hóast teir neyvan verða føroyameistarar, so hava teir enn einaferð víst, at undrið í Gøtu langt ífrá er liðugt.


Finala um løgmanssteypið

HB-GÍ 0-1 (0-1)

0-1: Óli Hansen


Reytt kort: Helgi L. Petersen, GÍ


Dómari: Suni Johansen


HB:

Báråur Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl ? Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum


GÍ:

Sunnvard Joensen ? Pól Ennigarð, Bartal Eliasen, Martin Thomsen ? Leivur Hansen, Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Helgi L. Petersen, Henning Jarnskor ? Óli Hansen, Súni Olsenm