Á veggjunum hanga myndir av landsløgum. Fleir smáar myndir, ið ikki eru lidnar, liggja á gólvinum. Har er ein lágur krakkur og ein stórur mortari. Á nøkrum smølum træhyllum standa krukkur við litum. Svart, fleiri ymiskir gráir, brúnt, reytt, grønt og hvítt. Í plastik kurvum móti veggjunum er grót í nógvum ymiskum litum, har er kol, sandur og skeljar. Tað eru hetta tilfar Eli Smith nýtur til síni listaverk.
Grótið og skeljarnar brýtur hann í smá petti við mortaranum, síðan knúsar hann tað til pulvur við eini maskinu.
Hann smyr acrylbindara á lørift, træplátur ella tjúkt papír og stroyir síðani litirnar útyvir. Pulvurið kann eisini blandast uppí acrylbindaran og kann so málast á, fyri at fáa effektina av pensilstrokum.
- Hugskotið til at mála við føroyskum gróti kom í 2003. Á einum túri í Suðuroy legði eg fyrstu ferð rættiliga merki til ta reyðu royðulindina ímillum basaltfláirnar, og seinni sama ár savnaði eg tað fyrsta grótið at mála við á einum túri í Nólsoy.
Tey síðstu trý árini hevur Eli Smith burturav arbeitt við at mála við føroyskum tilfari. Tá hann málar tí føroysku náttúruna, nýtir hann bert tilfar úr teirri føroysku náttúruni.
- Tað er spennandi at arbeiða við teimum føroysku litunum, tað eru so fáir litir, so tað førir inn á eina aðra rás, og úrslitið er nakað heilt annað, enn tað nakar annar hevur gjørt.
Eli savnar sjálvur tilfarið kring í Føroyar, og brúkar nógva tíð uppá at leita eftir nýggjum litum. Millum annað hevur hann myrkagráðan sand úr Søltuvík, svart kol úr Hvalba, hvítar jákupskeljar av Oyri og brúnt leir úr Hvalba. Tað er ein long leið, frá at Eli savnar tilfarið, til hann kann byrja at mála. Og hann fær íblástur ígjøgnum alla arbeiðsgongdina.
- Eg máli Guds stóru náttúru, eg hugsi nógv um, at tað er tað, eg geri. Eg takki javnan Gudi fyri ta vøkru náttúruna og undrist hvønn dag, um alt tað sum rørist og sæðst í náttúruni.
Í vár var Eli á eini ferð í Spania og málaði. Við sær hevði hann ein Mercedes kølibil, ið hann hevur bygt um til atelier. Í hálvantriðja mánaða búði hann í kampingvogni í Norðurspania og innsavnaði steinar og annað tilfarð at mála við. Meðan hann var har málaði, hann náttúrumyndir úr Spania og brúkti einans spanskt tilfar.
Nú stendur kølibilurin undir Vatnaskørðum, har Eli gongur niðan at mála.