Rættarnevndin mælir til at privatisera bilsýnini, men Akstovan ivast í, um bilfyritøkur tíma, tí eingin vinningur er í sýnunum Rættarnevndin i løgtinginum mælir til at bilsýninini hjá Akstovuni verða løgd út til privatar fyritøkur.
- Vit halda, at tað er ein máti at gera bilsýnini bíligari og effektivari, og at tað verður ein vinningur fyri vinnuna, sigur Alfred Olsen, formaður í rættrnevndini.
Hann sær fyri sær, at ein fyritøka skal hava bilsýn í Norðoyggjum ein í Suðuroynni og ein á meginøkinum.
Jákup Jacobsen stjóri á Akstovuni sigur, at vilja politikararnir tað so, fáa teir tað so.
Men hann ivast stórliga í, at tað er eitt gott hugskot, og at tað ber til.
- Føroyar eru eitt lítið samfelag, og ansast má eftir, at slíkt ikki gevur baksláttur. Tað má vera eitt krav, sum tað er aðrastaðni, at bilsýnsfyritøkurnar eru púra óheftar av verkstøðunum, sigur Jákup Jacobsen.
Hann ivast í áhuganum hjá privatum fyritøkum at átaka sær at hava bilsýnini, tí marknaðurin er so lítil, og við verandi prísum er eingin vinningur í tí, sigur Jákup Jacobsen.