Mæla til Ova Mortensen sum býararktekt

Fíggjarnevndin hjá Tórshavnar Býráð mælir býráðnum til at seta Ova Mortensen í starv sum býarverkfrøðing

Fíggjarnevndin hjá Tórshavnar Býráð samtykti á fundi 9. november at mæla býráðnum til at seta Ova Mortensen í starv sum býararkitekt. Málið varð tó tikið av skránni á býráðsfundinum hóskvøldið, og er sostætt ikki viðgjørt.

Býráðið søkti í vár eftir nýggjum býararkitekti, men tá freistin at søkja var úti 21. juni, mettu bygnaðarnevndin, tekniski stjórin og býráðsskrivarin, at ov fáar umsóknir vóru komnar inn, og tískil varð starvið lýst leyst av nýggjum.

Til nýggju lýsingina vóru seks umsøkjarar, og eftir samrøðu við umsøkjararnar kom fíggjarnevndin til ta niðurstøðu at mæla býráðnum til at seta Ova Mortensen í starvið.