Síðani 1997 hevur Weekly Standard roynt at eggja til eitt amerikanskt hernaðarátak ímóti Irak. Nú kríggið ímóti Saddam Hussein nærkast endanum, mælir blaðstjórin, Fred Barnes, Hvítu Húsunum frá at steðga á.
Forsetin og menn hansara eiga at nýta tann sálarfrøðiliga aldukambin, sum USA ríður á í løtuni, til at leggja trýst á onnur lond í sambandi við yvirgang og hópoyðingarvápn, skrivar blaðstjórin. Sum eitt dømi nevnir hann Sýrialand.
Eyðkennið hjá nógvum av teimum sonevndu nýkonservativu amerikanarunum er, at teir krevja ein meiri virknan amerikanskan uttanríkispolitikk. Hann skal bera bráð av konservativum virðum, men skal ikki aftra seg við at bjóða tí skipaða heiminum av. USA skal við sínari sterku hermegi verða einaráðandi á Jørðini. Tað er sambært teimum nýkonservativu eisini tað besta fyri allar partar, tí í veruleikanum vilja øll fegin ættleiða ta amerikansku heimsáskoðanina, siga teir.
"Fær til hús, ST"
At verja Ísrael er eitt av meginmálunum hjá teimum nýkonservativu. Varastjórin á tíðindadeildini hjá Weekly Standard, Victorino Matus, sigur, at nógv fólk siga blaðið vera likudistiskt og sipa við tí til Likud-flokkin hjá ísraelska forsætisráðharranum, Ariel Sharon.
-Nógvir av teimum nýkonservativu eru jødar og trúgva upp á hugsjónina um eitt jødiskt heimland, sigur hann.
-Vit taka undir við krígnum í Irak, ikki júst tí at landið er ein álvarssom hóttan ímóti friðinum í økinum, men heldur tí at fólkið har hevur liðið undir einum harðrendum stýri. Vit fara at bera so í bandi, at Bush-stjórnin heldur fram við sínari verkætlan, eftir at sjálvt kríggið er liðugt, sigur Victorino Matus.
Weekly Standard er ímóti, at ST skal leggja seg útí, hvussu Irak verður skipað og rikið aftan á kríggið. Nú um dagarnar hevði blaðið eina grein við yvirskrivtini "ST, fær til hús", og í greinini varð heimsfelagsskapurin mettur sum ein hóttan fyri ætlanina at skipa Irak sum eitt vælvirkandi samfelag, ið skal byggja á tey røttu moralsku grundvirðini.
-Vit royna at fáa fólk at skilja, hvussu fólk í Miðeystri hugsa. Har hevur styrki størri viðurkenning enn veikleiki. Í okkara eygum er Ísrael er lýsandi dømi um demokrati í økinum, sigur Matus.
Stuðul frá Murdoch
William Kristol hevur verið drívmegin aftan fyri Weekly Standard, síðani blaðið kom út á fyrsta sinni miðskeiðis í nítiárunum. Hann fór undir útgávuna, tí hann helt tað vera neyðugt, at teir nýkonservativu fingu sítt egna blað heldur enn at halda seg til tað gamla konservativa National Review. Saman við einum øðrum stigtakara vendi hann sær til avstralska fjølmiðlakongin Robert Murdoch og bað hann um hjálp Tað sigst, at Murduch læt stigtakarunum smáar 30 milliónir krónur uttan at seta blaðnum stórvegis treytir. Hetta seinasta var kanska heldur ikki so løgið, tí Murdoch var samsintur við teimum nýkonservativu.
Tað er einki at taka seg aftur í, at teir, sum skriva Weekly Standard, eru hegnismenn við penninum. Í hvussu er ein teirra, Robert Kagan, vakti ans í Evropa í fjør, tá hann í einari grein lýsti USA og Evropa sum tveir heimspartar, sum í veruleikanum áttu at verið á hvør sínari gongustjørnu. Í hansara eygum er Evropa tann lagaliga og varisliga Venus, meðan USA er tann viljasterki og stríðshugaði Mars.










