Í árunum millum 1996 og 2006 eru átta føroyingar deyðir av móðirmerkjakrabba. Samstundis eru staðfestu tilburðirnir av móðirmerkjakrabba støðugt vaksandi hjá bæði monnum og kvinnum, og frá 2003 til 2005 meir enn trýfaldaðist talið av tilburðum av potentielt deyðiligu sjúkuni úr 4 upp í 15 tilburðir.
Hesi eru alarmerandi tøl, og í einum tilmæli til landsstýrismannin í Heilsumálum, lýsa Pál Weihe, yvirlækni, og Høgni Debes Joensen, landslækni, trupulleikan viðvíkjandi nýtslu av solarium millum tey ungu, um tiltøk eiga at verða sett í verk, og um tað eitt nú skal setast áseting um aldursmark fyri nýtslu av solarium.
Niðurstøðan í tilmælinum er greið. Ung undir 18 ár eiga ikki at sleppa at keypa sær til ljósviðgerð í Føroyum.
Skaðir fólkaheilsuna
Í tilmælinum verður staðfest, at vit leingi hava vitað, at samband er millum húðkrabba og sólarljós. Millum annað stendur, at »Tað er tann ultravioletti parturin av sólarljósinum, sum fer illa við húðini – húðin eldist skjótari, gerst meira rukkut, og so fáa summi eisini krabbabroytingar í húðina. Serliga vandamikið er tað slagið av húðkrabba, ið vit vanliga rópa malignt melanom ella móðirmerkjakrabba.«
Víðari stendur eisini, at »Greitt samband er millum sannlíki fyri at fáa móðirmerkjakrabba og hvussu nógv húðin hevur verið útsett fyri ultraviolettum ljósi.«
Landslæknin og Pál Weihe siga, at vit eiga at minka um útsetilsi fyri ultraviolett ljós, og at her er solarium ein ógvuliga ítøkilig kelda, og frá einum heilsusjónarmiði mugu solarium tí sigast at skaða fólkaheilsuna.
Bera saman við tubakk
Landslæknin og Pál Weihe siga víðari, at solarium kann flokkast sum annar ágangur á fólkaheilsuna, eins og eitt nú tubakk.
»Viðvíkjandi tubakki roynir samfelagið í hesum árum at gera ymiskar tálmingar, og tað halda undirritaðu (Pál Weihe og Høgni Debes Joensen, blm.) eisini er rímiligt at gera, tá ið talan er um ultraviolett ljós frá solarium. Best hevði verið, um hesi tól ikki vóru atkomulig í almenna rúminum, tað vil siga at ikki var møguligt at fara inn á eitt alment stað fyri gjald at fáa ultraviolett ljós. Annar møguleiki hevði verið at skipa soleiðs fyri, at øll undir 18 ár ikki skulu sleppa at taka solarium á almennum støðum.«, skriva teir í tilmælinum.
Eina ferð um mánaðin er nokk
Í tilmælinum verður eisini víst til eina stóra norsk-svenska kanning, almannakunngjørd í 2003, har yvir 100.000 kvinnur vóru fylgdar í aldrinum 30 til 50 ár í eitt tíggjuára skeið. Henda kanning staðfestir millum annað, at sjúklingar, sum vóru reyð- ella ljóshærdir, og tær, sum høvdu nógv móðirmerkir og ofta høvdu verið sólskldaðar sum børn, vóru í størri vanda fyri at fáa móðirmerkjakrabba. Eisini ávísti kannngin, at tey, sum høvdu tikið solarium minst eina ferð um mánaðin, vóru í størri vanda fyri at fáa móðirmerkjakrabba.
Tilburðir trífaldaðir
Í Norðurlondum er talið av húðkrabba nógv vaksið seinnu árini, og í Føroyum veksur talið eisini. Tilburðirnir í Føroyum eru nærum trífaldaðir frá 1995 til 2005, frá 16 tilburðum í 1995 til 52 í 2005.
Serliga tilburðirnir av móðirmerkjakrabba eru øktir nógv í tali, úr 1 ella 2 í nítiárunum til 10 í 2004 og 15 í 2005.
Tað er nevnliga móðirmerkjakrabbi, ið eisini er potentielt drepandi sjúkan. Í árunum 1996 til 2006 doyðu fimm kvinnur og tríggir menn av húðkrabba í Føroyum.
FAKTA:
Tilburðir av móðirmerkjakrabba 1999 til 2005
1999 6
2000 2
2001 2
2002 5
2003 4
2004 10
2005 15
Deyð av móðirmerkjakrabba frá 1996 til 2006
5 kvinnur og 3 menn
Kelda: NORDCAN, Association of the Nordic Cancer Registries, 16.2.2009