Nú er at trúgva upp á tað, sum er sett í verk. Tað halda tey í Vinnuhúsinum, nú samgongan ætlar at skipa eina deild undir Visit Faroe Islands.
Endamálið við Visit Faroe Islands hevur verið at fáa útlendsk ferðafólk til Føroya, men nú skal ein nýggj deild skipast við tí endamálið at menna ferðavinnuna innanlands í Føroyum.
Men samgongan ætlar at nýggja deildin skal fíggjast við at hækka ferðagjaldið. Og tað mælir Vinnuhúsið staðiliga frá.
Vinnuhúsið heldur, at nú er hjá samgonguni at trúgva upp á tað politisku arbeiðið, ið var gjørt í 2013. Og nú er at trúgva upp á at inntøkurnar av ferðavinnuni fara at hækka. Og tað sæst longu longu nú í búskapinum, so hvørt ferðavinnan mennist.
– At tørvur er á eini menningardeild, vísir, at samgongan væntar, at fleiri ferðafólk fara at koma til Føroyar, heldur Vinnuhúsið. Og tí eigur ein menningardeild ikki at hava tørv á, at eykagjald verður lagt á á ferðafólk, og á ferðavinnuna, ið framvegis er í holt við at fóta sær, sigur Vinnuhúsið.
Tey vísa á, at ferðavinnan kastar nakað av sær.
Í dag er ferðagjaldið 65 krónur fyri hvørja ferð, eitt ferðafólk fer av landinum. Eta ferðafólk, eina máltíð fyri 1000 krónur á eini matstovu, enda 250 av teimum í landskassanum. Fer ferðafólkatalið at økjast 10.000 ferðafólk, svarar tað til góðar tríggjar milliónir beinleiðis í landskassan, sigur Vinnuhúsið.
Umframt hetta koma eisini tær óbeinleiðis inntøkurnar, sum standast av einum ferðafólkavøkstri, eitt nú hægri partafelagsskattur og inntøkuskattur sum tey, ið arbeiða í ferðavinnuni, rinda.
Men Vinnuhúsið sigur, at eitt avgjald afturat á ferðafólk, stríðir beint ímóti teimum átøkum, sum landið hevur sett í verk fyri at menna ferðavinnuna í Føroyum.
Ferðavinnan er ein útflutningsvinna, sum er í harðari kapping við ferðavinnuna í øðrum londum. Tað er tí av alstórum týdningi, at gjøld og kostnaðir í ferðavinnuni, eru kappingarfør, sigur Vinnuhúsið.
Tey siga, at tað má eisini havast í huga, at ferðavinnan er í tí serligu støðu, at nógv ferðafólk koma bert eina ferð, og tí er neyðugt at marknaðarføra okkum til nýggjar ferðafólk á hvørjum ári.