Eyðun siglir annars út við einum av skipunum hjá føroyska reiðarí’inum THOR í Hósvík.
Nú hann er heima var hann farin undir at mála húsini saman við soninum. Ætlanin var at fáa tað gjørt í fjør, men tá viðraði so stak illa.
- Ja, vindeyguni trongdu harðliga til máling, sigur Eyðun.
Feðgarnir báðir málaði báðir við góðum huga í góðveðrinum fyrrapartin í gjár – hann vindeyguni á altanini og sonurin klædningin.
Aftaná tað var ætlanin at grundin skuldi hava ein umgang við málingini.
- Ein má brúka góðveðursdagarnar, tá teir eru her, sigur hann.