Mála fyri skótahús í Runavík

- Tað er sera stórur áhugi fyri at luttaka á málningaframsýningini, sum verður í skúlanum við Løkin í Runavík á páskum. Tað siga tey, sum standa aftanfyri framsýningina, sum verður á páskum. Aftur í ár verður málningaframsýning í skúlanum við Løkin, og áhugin fyri at verða við á framsýningini er rættiliga stórur.

- Longu nú hava heili 27 listafólk boðað frá luttøku við umleið 115 málningum, men enn er møguleiki hjá uppaftur fleiri at verða við.

Tey, sum standa aftanfyri málningaframsýningina, siga, at freistin at tekna luttøku er sett til 15. apríl.

- Vit vilja gjarna hava listafólk við úr øllum Føroyum, siga tey og leggja aftrat, at framsýningin verður opin fyrsta og annan páskadag frá klokkan 15-19.

Lagt verður aftrat, at tey, sum ynskja at fáa meira at vita um framsýningina, kunna venda sær til Harry Knudsen,sum hevur ábyrgdina av listafólkunum.

- Peningurin, sum kemur inn frá tiltakinum, fer óskerdur til bygging av nýggjum Skótahúsi í Runavík, siga stigtakararnir, sum eru skótarnir við Løkin.