Ófriðurin í Tunesia teir seinastu dagarnar fær nú donsku myndugleikarnar at ávara danskar ríkisborgarar ímóti at fara til Tunesia, sum er eitt væl umtókt ferðamannaland. Uttanríkisráðið í Keypmannahavn mælir donskum ríkisborgarum frá at fara til Tunesia uttan so, at tað er neyðugt.
Frammanundan hevur svenska uttanríkisráðið tikið somu støðu.
Samstundis mælir danska uttanríkisráðið donskum borgarum, sum eru í Tunesia, at lata seg skráseta á donsku umboðsstovuni í høvuðsstaðnum Tunis. Tað fer at gera tað møguligt hjá myndugleikunum at koma í samband við fólk, um tað gerst neyðugt.
Donsku ferðamannaskrivstovurnar siga, at eftirspurningurin eftir ferðum til Tunesia er minkaður nógv í seinastuni.
Sambært mannarættindafelagsskapum hava minst 70 fólk latið lív í ófriðinum í Tunesia, og í dag er aðalverkfall í høvuðsstaðnum.










