Steven Gerrard kundi halda rundan dag, tá hann bankaði fríspark í netið til 3-0 í Liverpool sigrinum móti PSV. Málið hjá Liverpool-skiparanum var nevnliga hansara mál nummar 100 fyri felagið, sum hann hevur spælt væl omanfyri 300 dystir fyri. Og hóast PSV seinni minnkaði til 3-1, so var talan um gott kvøld á Anfield, har Robbie Keane eisini fekk sítt fyrsta mál, síðani hann í summar skifti til Liverpool frá Tottenham fyri á leið 200 milliónir krónur.