Dagfinn Olsen
----
Miðlarnir hava stóran týdning í gerandisdegnum, hóast umstøður broytast, og miðlaútboðið somuleiðis, og eisini korini hjá einstøku miðlunum, hvørt tað so er blað, ella net- ella loftmiðil.
Fremsti miðil okkara er, skal og eigur at vera, Kringvarpið. Flest øll vita vit, hvønn týdning Útvarp Føroya tey fyrstu mongu árini hevði á føroyskt mál og mentananrlív.
Hóast hesin týdningur seinastu árini er tódnaður, er eingin orsøk at slaka í góðskuni. Og Kringvarpið er ikki so galið. Her hugsi eg serliga um útvarp. Tí nakað veruligt alment sjónvarp hava vit ongantíð havt í Føroyum, hóast vit fingu eitt alment sjónvarp í 1984, bygt á akslarnar á lokalu sjónvarpsfeløgunum, ið gingu undan og vístu veg.
Útvarpið sendir hvønn einasta dag. Ongin dugur at ímynda sær ein dag – gerandis ella heilagt, har Útvarp ikki hoyrist.
Men føroyskt sjónvarp, ið frammanundan bert sendir lítlan part av egnum tilfari, sendir ikki t.d. eina tíðindasending, um talan er um heilidag. Hetta vísir í veruleikanum eitt sindur um støðið. Hugsið tykkum um útvarpið gjørdi tað sama. Har er enntá fólk á vakt jólaaftan.
Føroyska sjónvarpið hevur veruliga sett nakrar góðar sendingar á skrá seinasta árið, ella so. Men samstundis er tíðindasendingin Dagur og Vika fánað og er als ikki tað flaggskip, sum hendan sending einaferð var. Helst er miðilin vorðin ov tungur, tí ofta er talan um somu tíðindi, sum ein hevur hoyrt ella sæð gjøgnum dagin (ella enntá dagarnar, síðani Dagur og Vika var seinast).
Rætt skal vera rætt. Nakrar broytingar eru farnar fram í Degi og Viku síðstu vikurnar, og hetta tykist vera stig á leiðini til eina betri sending.
Miðlaheimurin broytist støðugt, og ein kann skriva og kjakast longi um hetta.
Men eitt er, ið ikki broytist so skjótt, og tað er føroyska málið, sum eg eisini havi umrøtt í hesum teiginum áður. Ætlaði ikki at gera enn eina roynd hesaferð at bøta um, men fari hóast alt at taka tvey dømi fram, sum eg hoyrdi í hesi vikuni í loftmiðlunum.
“Hesuferð” var einaferð ein felagskapur, stovnsettur av tjóðskaparhugaðum. Um talan ikki er um henda felagsskap, so eitur tað “hesaferð”. Og tað ljóðar eisini betri at siga sló, enn slerdi!
Mál!
Men so til nøkur onnur mál, nevniliga tey í 3-2 í sjónvarpinum.
Eg haldi tað er ófatuligt, at allir teir ymsu frásøgumenninir eru redigeraðir soleiðis, at teir avdúka hvat hendir á vøllinum, umleið 2 sekund innan tað hendir.
Tá ein við spenninigi sær føroyskan ella útlendskan fóbóltsleikara nærkast málinum, so sigur frásøgumaðurin – beint innan leikarin ger seg til reiðar til skot, hvussu ella hvar hesin bólturin endar. Og tá tað er avdúkað, so kann ein bert nikkandi sita eftir og staðfesta, at frásøgumaðurin hevður rætt. Hetta er høpisleyst, tí tá er onki við at síggja dystin. Ber ikki til at laga tað so, at frásøgumaðurin sigur tað samstundis ella aftaná?
Og so fari eg aftur til málstrev, tí eg má minna á, at tað eitur við síðuna av. Ikki við síðurnar av, tí tá er talan um meira enn eina síðu, og bólturin kann t.d. ikki skjótast við síðurnar av málinum, tí bólturin kann ikki fara báðumegin málið. So fingu vit tað við eisini.











