Dagfinn Olsen
Klokkan 20 í dag, 15. januar, fer Gríma á pall við leikinum Móðir Sjeystjørna. Egi Dam hevur skrivað leikin eftir bók William Heinesens av sama navni. Egi Dam leikstjórnar eisini.
Hann byrjaði aðrastaðni í skaldskapi Williams, men endaði við at gera eina av sínum yndisbókum til leik, hóast hann hevði mett uppgávuna ov torføra. Tá hann fór at leita sær bakgrundstilfar, endaði hann við at gera Móðir Sjeystjørnu til leik.
Talan er um ljóðmynd og Stamen Stantchev ger tónleikin, ið er nýskrivaður og tónar eftir William Heinesen.
Leikarar eru Súsanna Tórgarð, Katarina Nolsøe, Birita Mohr, Ria Tórgarð, Páll Danielsen og Hans Tórgarð.
Laura Joensen er framleiðslustjóri og forvitnisligt er, at abbadóttir William Heinesen, Elisa Heinesen, hevur gjørt pallmyndina. Hon er scenaografur.
Frumsýning er klokkan 20 í dag á Gamla Meiaríi.










