Møguliga skuldsetast fyri óviljað manndráp

Politiið fer hesa vikuna at taka støðu til, um kvinnan, sum koyrdi vanlukkubiliin í ferðsluvanlukkuni í gjár sum kravdi tvey mannalív, skal skuldsetast fyri óviljað manndrap

Løgreglan sigur við útvarpið, at kvinnan, sum er miðskeiðis í 20?unum, koyrdi ov skjótt og yvirhálaði á einum stað, har einki sýni var. Hon koyrdi norðureftir og rendi frontalt saman við ein bil, sum koyrdi suðureftir. Tvey eldri fólk í hinum bilinum lótu lív.

Blóðroyndir vórðu tiknar av kvinnuni, og seinni í vikuni verður staðfest, um rúsdrekka var uppií ella ikki. Seinni í vikuni verður eisini greitt, um kvinnan skal ákærast fyri óviljað manndráp.