Møgulig gíslatøka á flogvøllinum í Amsterdam

Ferðafólk eru í kvøld flutt burtur úr flogvøllinum í Amsterdam, Schiphol, ímeðan hollendskt hernaðarløgregla kannar tað, sum hon kallar fyri ein "tilburð umborð á einum flogfari".

Hollendskir miðlar boða sambært The Guardian frá, at fleiri neyðtænastur eru komnar til flogvøllin, teirra millum eitt sokallað SWAT lið hjá løgregluni og tvær sjúkratyrlur.

Tað er framvegis ikki greitt, júst hvat fyri tilburður talan er um, men hollendskir miðlar vilja vera við, at fleiri ónevndar keldur hava boðað frá gíslatøku umborð á einum flogfari.

Hollendski herurin hevur boðað frá á Twitter, at ein "illgrunasamur tilburður" verður í løtuni kannaður.

Hildið verður, at talan er um eitt Air Europa flogfar á veg til Madrid.

Samstundis eru fólk eisini flutt burtur úr tokstøðini í Utrecht, men óvist er framvegis, um hetta hevur samband við tilburðin í Schiphol.