Møguleikin er altíð til staðar

Men vit mugu bara sanna, at møguleikin í hesum førum er ómetaliga lítil. Men eitt gott úrslit fyri okkum í morgin er at vinna ella fáa javnleik, sigur Peter Foldgast undan stórdystinum á Tórsvølli í morgin

Umstøðurnar eru sermerktar, nú Manchester City vitjar á Tórsvølli í annaðkvøld. Fólkini, rómurin og umrøðan frá fjølmiðlum verður ikki heilt líka nógv og stórur sum til ein landskappingardyst. Peter Foldgast er hinvegin ikki heilt óvandur við stóra áhugan fyri einum fótbóltsdysti. Við Brøndby spældi hann fleiri stórdystir, og í so máta er tað ikki nýtt fyri danan.

- Eg gleði meg. Eg vænti mær eina góða uppliving við nógvum áskoðarum. Vit fara á Tórsvølli at spæla fótbólt, og tað hava vit allir jú gjørt í fleiri ár. So nógv øðrvísi er tað ikki, sigur Peter Foldgast.

Tað hevur ikki gingið heilt eftir vild hjá Foldgast og liðfeløgunum seinastu vikurnar. Tað hevur ikki eydnast at fingið stig í seinastu trimum landskappingardystunum. Hóast tað hava sundalagsmenn gott mót. Og Folgast ivast ikki, hvat eitt gott úrslit er fyri EB/Streym í annaðkvøld.

- Tað er altíð møguleiki fyri at vinna ein fótbóltsdyst. Vit mugu bara sanna, at møguleikin í hesum førum er ómetaliga lítil. Men eitt gott úrslit fyri okkum í morgin er at vinna ella fáa javnleik, sigur Peter Foldgast.