Í eini tíð, tá Koronasmittan hevur herjað, hevur Adventistakirkjan vegna boð frá mynduleikunum ikki kunnað gingið húsagongd í ár í neyhjálpartiltakinum Hjálpsemi. Hetta var fyri at hava fyrilit við fólkinum, ið her býr. Fyrst útsettu teir frá juni til august, og nú hava teir avlýst innsavningina í ár.
Í staðin senda teir Hjálpsemi faldaran út til húsini í Føroyum. Her kunnu tey sum stuðla, lesa um hvussu lítið skal til, so fátækar familjur kunnu fáa mat á borðid.
Tað, sum er mest neyðugt er at hjálpa fólki, so tey kunnu klára seg sjálvi. Hetta gerst millum annað við at veita teimum nýggja set, sum er mótstóðufør, amboð, plantur og at hjálpa teimum at gerast limir í samtøkubankum á staðnum.
Hetta hjálpararbeiðið verður framt av ADRA, sum er Adventistakirkjunnar menningar -og neyðhjálparfelagsskapur um allan heim.
Evnið er: "GEV BØRNUM MAT Á BORÐIÐ! "
##med2##
Pengarnir, sum koma inn til Hjálpsemi, eru kærkomnir
”Sjálvt um Koronakreppan darvar innsavningini eru vit full av vón. Okkara roynd er, at føroyingar eru eitt gevandi fólk, og okkara innsavnarar hava altíð verið væl móttiknir í teim føroysku heimunum av okkara norðurlendska brøðrafólki," sigur Jens Vesterager, aðalskrivari í ADRA Danmark. Hann luttók sjálvur í innsavningini í fjør.
Harri Gudmundsson, samkomuleiðari i Adventistakirkjuni, heldur fyri:
"Tað hevur ongantíð verið lætt fyri meg at ganga hurð til hurð og biðja um pengar, men tað er ongastaðni so lætt sum í Føroyum! Fólk her í Føroyum hava stórt álit á Adventistakirkjuna, og mong av okkum, sum hava savnað inn hava upplivað, hvussu lítið skal til at gera mun fyri tann einstaka móttakara í einum tilafturskomnum landi.”
Hjálpin frá ADRA til hjálpararbeiði í heimsins katastrofu-og kreppuraktum økjum hevði í mongum førum ikki verið møgulig uttan peningin frá Hjálpsemi.
Neyðhjálpin hjá ADRA í fjør fór til DR Congo flóttarfólk í yvirfyltum ugandiskum flóttarfólkalegum, tey sum eru rakt av yvirflóð í Etiopia, Zimbabve og Mozambique, Rohingya flóttarfólk í Bangla Desh og flóttarbørn í størstu asylmiðstøðini í Serbia.
• Hjálpsemi er árliga innsavningin hjá Adventistakirkjuni til frama fyri arbeiðið hjá ADRA Danmark at hjálpa teim neyðstøddu, sum síðani 1908 hava savnað inn pengar við at ganga hurð til hurð.












