Møguleikar í frálandavinnuni

Frálandavinna Tá arbeiðsplássini í fiskivinnuni og til lands í Føroyum fækka eru góðir møguleikar hjá føroyingum at søkja sær arbeiði í frálandavinnuni aðrastaðni. Tí ræður um at skráseta seg nú.

Júst í hesum døgum royn­ir ein nýggja føroysk fyri­tøka at fáa fótafesti á Vest­aru Bryggju í Havn. Talan er um fyritøkuna Off­shore Directory ella Frá­landa­skrásetingin. Ein av stigtakarunum og stjóri er Dánjal Hoydal, sum vónar, at føroyingar fara at skráseta seg á teirra heimasíðu, soleiðis at dyrnar tá verða latnar upp til nýggj arbeiðspláss í altjóða frálandavinnuni.
Endamálið hjá nýggju fyri­tøkuni er at skráseta allar føroyingar, sum hava áhuga fyri at starvast í frá­landavinnuni. – Tað er eitt rætti­liga breitt endamál, men vit meina tað, tá vit siga allar føroyingar. Tí tá hugs­að verður um størv í frá­landavinnuni, verður oftani kanska fyrst og fremst hugs­að um maskinfólk oo., sum arbeiða í sjóvinnuni. Men tað, sum eyðkennir frá­landavinnuna er, at talan er um eitt rættiliga stórt og fjølbroytt arbeiðspláss, so vit eggja eisini sjúkrasystrum, akademikarum og øðrum at skráseta seg, tí tey hava eisini møguleikar at virka í hesi vinnu. Endamálið er so at skráseta fólkini fyri at fáa eina betri mynd av, hvørjir førleikar føroyingar hava og síðani at kunna formidla størv í frálandavinnuni.
Dánjal Hoydal sigur, at tá tey fóru undir fyri­reik­ing­arnar í Føroyum, vísti tað seg skjótt, at man veit sera lítið um, hvussu tann føroyska arbeiðsstyrkin er samansett. Harvið kann man ikki rættiliga gera sær greitt, hvørjar møguleikar føroyingar hava. Og haraftrat veit man í Føroyum eisini sera lítið um, hvørjir møguleikar eru í frálandavinnuni. Har er tí eisini brúk fyri einum vitanardepli. So umframt at vera ein stovnur, sum kann formidla størv, so er talan eis­ini um at savna vitan upp um møguleikarnar í frá­landa­vinn­uni.

Einstaklingar
Fokus er í fyrstu atløgu á persónar og ikki á vinnuna. Talan er um eina heimasíðu við einum dátugrunni, www.offshore-directory.fo, har fólk kunnu skráseta seg ókeypis Stigtakararnir eggja øllum til at fara inn og skráseta seg - fyri at fáa betri hagtøl og fyri at kunna veita tænastur.
– Eru nógvir møguleikar hjá føroyingum at fáa arbeiði í altjóða frálandavinnuni?
– Tað var tað vit sóu, at her varð eitt hol. Í granna­londunum Danmark og Noregi, sum kalla seg frá­landa/offshore tjóðir, tí man hevur drúgvar royndir at arbeiða offshore, finnast stovnar, sum kunnu ráð­geva fólki, ið vilja kanna møguleikar innan størv og arbeiðsformidling. Í Føroyum finst einki slíkt. Tað finnast eisini arbeiðsávísingar í altjóða frálandavinnuni, men tað eru ikki føroyingar, ís­lendingar og grønlendingar, sum hava verið har og skrásett seg. So har er eitt hol, og tað er júst tað, sum vit hava fokuserað uppá. Lat okkum fáa hesi fólkini skrá­sett fyri at fáa betri yvirlit yvir, hvør tørvurin er, ikki bara fyri at fáa tey í starv men kanska eisini til tess at kunna skipa fyri skeiðum og uppkvalifisera hesi fólkini. Tað er t.d. ein sera stórur tørvur í Grønlandi, har arbeiðs­styrkin er sera illa fyri í mun til ta oljuvinnuna, sum fer í gongd har um stutta tíð. Í Føroyum er støðan tann sama. Nú fer man aftur undir at bora. Finnur man einaferð eina keldu, sum er rentabul, so hevur man eisini eina lokala oljuvinnu her í Føroyum, og tá snýr tað sum um at vera tilreiðar.

Eingin olja!
– So hetta er eisini áhugavert, sjálvt um tú als onga olju finnur her.
– Avgjørt. Tað er ein for­treyt fyri hesum ar­beið­inum. Oljuvinna er ikki bara oljan í undirgrundini. Tað er eisini hendur og høvd. So vit hava alla tíðina sett tað sum eina fortreyt, at hetta skal kunna bera seg, sjálvt um tú ikki fær eina lokala oljuvinnu, og tað er tí, at hesi fólkini kunnu tað sama arbeiða í tí altjóða frálanda- og oljuvinnuni. Og her eru føroyingar kanska serliga væl egnaðir. Teir hava sera gott orð á sær úti í heimi og hava leingi verið vanir at sigla úti. Vit liggja jú mitt í Atlantshavinum, so tað er púra náttúrligt fyri føroyingar at arbeiða úti í heimi.
– Tvs. at minka arbeiðs­pláss­ini í fiskivinnuni og til lands í Føroyum so eru møgu­leikar hjá føroyingum at søkja sær arbeiði í frá­landavinnuni aðrastaðni.
– Ja, tí tað umskifti er rætti­liga lætt í mun til, at ein maður, sum hevur siglt, skal fara í land og arbeiða við KT ella øðrum. So skal tú veruliga umskúlast. Í hesum førinum snýr tað seg um at fáa nøkur trygdarskeið og okkurt aftrat, sum ger, at nú kann tú søkja um arbeiði í frálandavinnuni. Tað kann eisini vera á landi.

Stuðul
– Tit hava fingið stuðul gjøg­num førleikamenning frá fleiri oljufeløgum!
– Tað er rætt. Hesi feløg, sum hava fingið loyvi at leita, hava eisini bundið seg til at stuðla verkætlanum, sum kunnu førleikamenna føroyingar. Vit hava so eisini fingið nakað av stuðuli frá nøkrum av teimum feløgum, sum eru virkin her, til at byggja hetta virksemið upp.
Nýggja fyritøkan er júst við at lata upp hølum í salt­sølubygninginum í Havn, har Tórshavnar Havn held­ur til. Í einum mari­tim­um umhvørvi. Og har eru feløg, sum bjóða fram skeið innan tað mari­tima økið. Har manglar kanska offshoreparturin, har krøv­ini eru eitt sindur øðr­vísi heldur Dánjal Hoydal. Latið verður upp umleið 1. juni, har man kann fáa ráð­geving í off­shore­vinn­uni. Men møgu­leiki er eisini at fara inn á heimasíðuna og síggja, hvat er .
– Hetta er ein spennandi vinna at fara inn í. Eitt er tað, at tíðirnar kanska eru verri, og at arbeiðsplássini á sjónum í Føroyum kanska eru fækkað. Men eg haldi eisini, at sum heild halda fólk hetta er spennandi. Um ikki annað kunnu tey kanna møguleikan um at fáa eitt starv í frálandavinnuni. Um tað so ikki blívur til eitt starv her og nú, so kann man skrá­­seta seg ókeypis og so fær man tann møguleikan aftrat.