Møguleikan at uppliva Jimmy Hendrix

Felagið, Experience Hendrix, ið tekur sær av arvinum hjá Jimmy, hevur júst kunngjørt, at tað verður møguligt at uppliva guitar-kongin enn einaferð. Men tó á ein heilt annan má ta.

Hetta gerst ein møguleiki, tá tað sera væl umtókta videospælið Guitar Hero hevur fingið loyvi til at animera Hendrix. Har kann ein royna seg á pallinum og spæla tey feitu løgini, sum guitarsnillingurin gjørdi í sínari tíð.

 

Ein fer at síggja ein animeraðan Hendrix á pallinum, ímeðan ein sjálvur spælir. Umframt tað fara live-upptøkur av Purple Haze frá 1969 at vera í spælinum.

 

Feløgini, sum gera spælið, Activision og Red Octane, hava fingið fleiri sangir frá Experience Hendrix, og tað verður møguligt at taka fleiri aðrar sangir niður av internetinum í framtíðini.