Vinnari av Singer/Songwriter kappingini á Kafe Kaspar í gjárkvøldið gjørdist Lyon Hansen. - Teir fýra finalistarnir framførdu ymiskar tónleikagreinar, allar umboðaðar á høgum stigi. Men tann vinnandi framførslan var krútsterk, semjuleys og ómøgulig at koma uttan um. Hon fór djúpt niður í tónleikarøturnar, og á einfaldan og sannførandi hátt førdi hon tað, vit kenna sum singer/songwriter greinina, inn á nýggjar leiðir og breyt sló inn í framtíðina, verður sagt í niðurstøðuni.
Lyon Hansen er 22 ára gamal, ættaður frá Gøtugjógv, hevur spælt gittara síðan hann var 14 ára gamal og hevur seinastu tvey árini skrivað løg og sungið.
Vinnarin skal longu framføra komandi fríggjadag 14. mai á Grønu Konsertini, sum Tórshavnar Kommuna skipar fyri í samband við Umhvørvisvikuna. Eisini sleppur vinnarin at luttaka á fremsta upcomingfestivali í Danmark, SPOT Festivalen í Århus 2011. Vinnarin sleppur harafturat í Studio Bloch at taka upp og ljóðblanda eitt lag saman við tøkningi.










