Lyon best í Fraklandi

Lyon er fyri sættu ferð á rað franskur meistari í fótbólti. Hetta gjørdist veruleiki leygardagin, tá Toulouse tapti sín dyst móti Renne. Lyon hava verið mest sum einaráðandi í fronskum fótbólti í drúgva tíð, og munurin til næstu liðini undirstrikar eisini týðiliga hendan veruleikan. Enn eru nevnliga seks umfør eftir í bestu fronsku røðini, men gullið er tað so eingin annar, sum kann nerta við.