- Virðini eg dugi at síggja, kenni eg best aftur í tí einstaka persóninum. Tað er líkasum lyndið, sinnalagið og hugburðurin í fólkinum, sum er merktur av tí kristnu trúnni.
1. Moralurin og nøgdsemi.
Fyrsta virði, eg vil nevna, er moralurin. Í hesum liggur tað reina sinni, sum eg meti kristindómurin hevur tilført samfelagnum. Hetta skal skiljast á tann hátt, at ein verður positivt upptikin, ein verður møttur av tí góða, og at tað liggur í menniskjanum, ikki at snýta, at liva sømuliga í landinum, ikki stúra og so víðari.
Saman við moralinum meti eg, at eisini nøgdsemi hevur ávirkað samfelagið. Og hetta er eisini frá kristindóminum. Siðalagið og hugburðurin hjá einstaklinginum er nógv ávirkað av kristindóminum.
2. Friður og tryggleiki.
Í øðrum føri meti eg, at friðurin og tryggleikin myndar okkara fólk. Eg upplivi hetta, tá ið eg komi út til fólk, og tey eiga Guds frið í hjartanum.
Fólk, sum eiga ævigt lív í Kristi eru eisini trygg. Tað skýnir út av teimum.
3. Kærleiki og umsorgan.
Fyri tað triðja er tað kærleikin og umsorganin. Hetta sæst millum annað, við tað at fólk hugsa um hvønn annan, hjálpast at.
Ja, tað er sum Bíblian sigur, at tey gráta við teim grátandi, og gleðast við teim glaðu.
Eitt dømi um kærleika og umsorgan er, at fólk fara til jarðarferð. Sagt verður onkuntíð, at nú síggjast vit bara til jarðarferðir. Ja, sjálvt um tað bara er tá er hetta er hetta eisini eitt stórt virði, sum vit ikki skulu gloyma.










