24. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini verður seinnapartin í dag.
VB/Sumba er oddalið, og oddaliðið er í dag partur av spennandi og avgerandi grannauppgerð. TB bíðar á Sevmýri, og um tað eydnast VB/Sumba at vinna fulla úrtøku, so verður Formula deildini so mikið tætt við, at uppflytingin verður tryggjað, um VB/Sumba bæði vinnur í dag og aftur um eina viku, tá ið 07 Vestur fer at vitja á Vágseiði.
Tað eru fýra stig frá oddaliðnum og aftur til AB á triðja plássi. Í trimum teimum seinastu umførunum er skráin hjá oddaliðnum 07 Vestur (h), Víkingur (ú) og EB/Streymur (h).
VB/Sumba hevur fyrr í ár vunnið 2-0 á Sevmýri, og tá ið TB vitjaði á Vágseiði, var úrslitið 1-0 til heimaliðið.
07 Vestur og AB eru í tættari kapping um næstfremsta plássið. Í dag eiga bæði hesi liðini heimavøll. 07 Vestur fær vitjan av teimum næstbestu hjá Víkingi, meðan teir næstbestu hjá NSÍ vitja á Argjum.
EB/Streymur er aftast, og KÍ er næstaftast. Næstbestu liðini hjá hesum báðum feløgunum hittast í dag við Margáir.
Toftamenn eru eisini í niðurflytingarvanda. Í dag fær næstbesta liðið hjá B68 vitjan av næstbesta liðnum hjá HB.
AB-NSÍ: Høgni Hansen kl. 15.00
TB-VB/Sumba: Birgir Sondum kl. 15.00
07 Vestur-Víkingur: Alex Troleis kl. 15.00
B68-HB: Rói Jacobsen kl. 17.30
EB/Streymur-KÍ: Bárður Mortensen 15.00
Støðan
VB/Sumba 56
07 Vestur 53
AB 52
TB 42
Víkingur 27
NSÍ 23
HB 22
B68 18
KÍ 18
EB/Streymur 13
TB, Víkingur, HB og KÍ hava spælt 22 dystir, og hini liðini hava spælt 23 dystir