Lyklaspælarar eru ivasamir

Nýggjur álopsspælari er á listanum hjá heimaliðnum, sum á sundalagsstevnu fær vitjan av Víkingi í kvøld

Eftir landsliðssteðg síðani síðst í mai fer bólturin í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum á rull aftur um vikuskiftið.

 

Fyrsti dysturin verður klokkan 19 í kvøld, tá ið EB/Streymur á sundalangsstevnu fær vitjan av Víkingi. Víkingur er næstfremst við 28 stigum, og EB/Streymur er á fimta plássi við 17 stigum.

 

Tað var púra óvæntað, tá ið fyrsti dystur millum hesi bæði feløgini í ár endaði við, at EB/Streymur í Sarpugerði vann 2-1.

 

Nógv tiltøk á sundalagsstevnu eru útsett, tí veðrið er so ófantaligt, men tað verður ikki roknað við, at veðrið verður orsøk til, at fótbólturin verður avlýstur í kvøld. Forsøgnin sigur 9 metrar um sekundið av útbyrðingi, 9 hitastig og so fer tað at kennast úr honum.

 

Hjá EB/Streymi er Ólavur Niclasen framvegis darvaður av skaða í lærkrikanum, meðan Salmundur Bech er givin eftir langan skaðasteðg.

 

Nýggjur í EB/Streyma hópinum er 28 ára gamli danski álopsspælarin Jacob Andersen. Árni G. Olsen er tøkur eftir skaðasteðg, og Filip Djordjevic er tøkur eftir leikbann. Tað er ivasamt, um brøðurnir Niels Pauli og Ragnar B. Danielsen eru førir fyri at spæla.

 

Hjá Víkingi hava tríggir av lyklaspælarunum ikki vant saman við hinum í vikuni. Teir eru miðvallarin Géza Dávid Turi og álopsspælararnir Andreas Lava Olsen og Martin Klein Joensen.

 

EB/Streymur – Víkingur: Eiler Rasmussen kl. 19.00.