Lyklaorð fyri menning eru samskifti og samferðsla

Skulu Suðuroyggin og Sandoyggin ikki avsigast sum økir í menning næstu 10-15 árini, sum vit hava sæð útoyggjarnar, er neyðugt, at Sandoyartunnilin verður settur í verk beinanvegin og at Magni Laksáfoss við sínum treiskni og stuttskygni ikki fær sín vilja.

Verður hugt at menningini ella rættari sagt tørvandi menning á útoyggj, er veruleikin, at fólkatalið er lækkað við út við 80 prosentum í góða hálva øld. Stór fráflyting hevur verið, meðan so gott sum ongin tilflyting. Orsøkirnar eru nógvar.

 

Tjúgunda øldin var eyðkend fyri urbanisering ella flyting frá landi inn til býirnar um allan heim. Longu í 1900 hevði hetta við sær í USA, at frá at nógv flestu fólkini búðu úti á landinum hetta árið, búðu í 1920 nógv flestir amerikumenn í býunum.

 

Orsøkirnar til at allur heimurin er savnaður í størri økir eru nógvar, t.d. handilsligar, tænastuligar, samskiftis- og samferðsluviðurskifti, útbúgvingar og sosialar trongdir at verða saman. Ídnaðurin er broyttur frá at nógvar hendur skuldu til, til at tøknin í ídnaðinum hevur bent leiðir á lættari og meiri tekniskt skipaðar gongdir. Hetta hevur samstundis givið okkum bíligari vørur við hægri góðsku.

 

Føroyar eisini savnaðar í størri øki

Føroyar eru lítið oyggjaland, tí kom verulig gongd á eftir krígslok. Visiónsríkir politikarar, gávuríkur og sterkur landsverkfrøðingur løgdu lunnar undir at knýta bygdir og oyggjar saman, soleiðis at búgvandi og arbeiðandi gjørdist úti á økjunum. Hetta hevur givið dyggan útflutning av okkara fiskavørum, sum aftur hevur givið okkum ráðini til at fáa dugnalig og vælútbúgvin fólk, so vit framhaldandi og við skjótari øktum vøkstri kunnu á ymsum økjum gera um okkum eisini í útheimi.

 

Valdi lættastu gongdina

Á forsíðuni í Dimmalætting var yvirskrift “Kongur í Sambandsflokkinum”. Her átti heldur staðið “Kongur í Havnini”.

 

Magni Laksáfoss hevur rætt og slætt vælt mest ókompliseraðu og mest lættgongdu leiðina at siga: “Eingin Sandoyartunnil, eitt vældømi, tí upphitingin má tálmast!”

Her vitsti hann, at hann hevði sentralistisku polikikaranar úr ymiskum flokkum, ávís embætisfólk og ikki minst høvuðsstaðarfjølmiðar bæði á pappíri og í lofti við sær, og tað ræður um!

 

Sum nevnt, so ber ímóti sentralisering. Í øðrum londum verður miðsavnað inn í fleiri sterk øki, meðan okkara veika lið er, at vit bert sentralisera inn til høvuðsstaðin, heldur enn út í nøkur sterk øki. Tí fáa vit eitt fátækt land við tørvandi dynamikki.

 

Mótarbeiddu eisini Vága- og Norðoyatunnlinum

Fæst Sandoyartunnilin ikki í gongd nú, kann Suðurøkið við sínum sjeytúsund borgarum gloyma alt um alla menning ella rættari endurmenning av økinum.

 

Legg til merkis, hvussu nógv donsku politikararnir leggja herðslu á samferðsluætlanir og at byggja landið út við vegum, brúm og tunlum, og soleiðis fáa meiri dynamikk.

 

Hjá okkara núverandi landsstýrismanni í fíggjarmálum hongur ikki saman. Hann tosar um upphiting, tí verkætlanir krevja so nógv fólk. Hann túrar fram í treiskni og visjónsloysi.

 

Her eigur at verða víst til, at júst eitt mál sum Sandoyartunnilin, krevur eitt fátal av fólki, meðan eitt nú skúladepilin á Makrnagili, Granskingardepil o.o.l. mál skulu brúka hópin av fólki, júst í einum øki, har upphitingin ótálmað tekur til.

 

Verður hesi samgongu lívið lagað hesar mánaðirnar afturat, so hava vit eitt at gera, um ætlanin er, at Sandoyggin og Suðuroyggin ikki skulu avsigast komandi 10-15 árini og støðan gerst sum hjá hinum smáu oyggjunum, tað er, ikki at útseta hesa íløgu, men at vit gera hana nú, meðan vit kunnu fíggjarliga.

 

Tað tykist sum um, at sama fólkaferð mótarbeiðir Sandoyartunnlinum, sum mótarbeiddu Vága- og Norðoyatunnlinum. Men har vann tíbetur víðskygni.