Lykladystur við Løkin

Tað er lagt upp til ein javnan og spennandi dyst í Runavík í dag, har oddaliðið tekur ímóti meistarunum úr HB. NSÍ stríðist fyri at halda fast um oddasessin í Formuladeildini, og ongantíð hava teir verið so nær sum nú, at tryggja sær fyrsta meistaraheiti í fremstu deildini.

HB berjist við saman við EB/Streymi um at fáa 3. plássið, men kann HB endurtaka endaspurtin frá í fjør, so er ikki ósannlíkt at betri enn bronsa kann gerast galdandi.

 

Tað sær frálíkt út á skaðalistanum hjá NSÍ, har allir mans eru tøkir til dystin. HB má hinvegin síggja burt frá Jákupi á Borg, sum ikki spælir meir í ár, og møguliga Rógva Jacobsen, sum dregist við ein fótskaða.