"Lykkeliga" á breddan í Føroyum

(Rás2) Hoyr Morten Hust Petersen greiða frá "Lykkeliga", sum hondbóltslegendan, Rikke Nielsen hevur tikið stig til

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var við Morten Hust Petersen í sendingini SportBoxin á Rás2 seinnapartin.

 

Samrøðan snúði seg um "Lykkeliga", sum er eitt átak, sum fyrrverandi danski landsliðsspælarin í hondbólti, Rikke Nielsen tók stig til.

 

"Lykkeliga" er eitt átak fyri at geva menningartarnaðum møguleika at spæla hondbólt, har tey eisini kunnu mennast sum menniskju, og hava tað jaligt og stuttligt.

 

Undirtøkan fyri "Lykkeliga" hevur verið somikið góð í Danmark, at Rikke Nielsen er farin í starv fulla tíð at taka sær av "Lykkeliga".

 

Í samband við stóru steypafinaludagarnar í hondbólti í høllini á Hálsi, leygardagin 17. februar og sunnudagin 18. februar kemur Rikke Nielsen til Føroya at hava tveir fyrilestrar um "Lykkeliga".

 

Fyrri fyrilesturin verður í ÍSF-húsinum fríggjakvøldið 16. februar millum klokkan 19 og 21. Hesin fyrilesturin er ætlaður foreldrum hjá menningartarnaðum børnum og ungum, sum høvdu havt gleði og gagn av, at ein "Eydnudeild" var sett á stovn í Føroyum.

 

Seinni fyrilesturin verður í ÍSF-húsinum, leygardagin 17. februar millum klokkan 11 og 13. Tann fyrilesturin er ætlaður almenninginum. 

 

Morten Hust Petersen greiðir frá, at ætlanin er heilt greitt, at ein "Eydnudeild" skal eisini á breddan í Føroyum, og hann vónar so inniliga, at undirtøka verður fyri tí.