Lýggjari, minni vindur - og mjørki

tryggasta summartekinið av øllum, mjørkin, leggur seg í støðum hósdagin og fríggjadagin, sigur Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur.

Ársins fyrsti summardagur er farin aftur um bak og seinni í vikuni kemur tryggasta summartekinið av øllum - mjørkin.

 

Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, boðar frá hvøssum vindi hesar fyrstu dagarnar, men seinni í vikuni makar hann vindin, samstundis sum tað verður lýggjari. Tó, sum so ofta, so kemur mjørkin eisini, og órógvar tað, sum annars høvdu verið góðar summardagar hósdagin og fríggjadagin.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra Petur Skeel Jacobsen lesa veðurtíðindini.

 

Seinnapartin í dag verður strúkur í vindi upp í hvassan vind av útsynningi og kanska okkurt æli. Hitin millum sjey og tíggju stig.

 

Týsdagin verður strúkur í vindi upp í hvassan vind av útsynningi og ælaveður. Hitin millum átta og ellivu stig.

 

Mikudagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av útsynningi og regn ella mjørki av og á. Hitin millum níggju og tólv stig.

 

Hósdagin og fríggjadagin verður eitt lot til andøvsgul av vestri ella av ymsum ættum og yvirhøvur turt, men mjørki í støðum. Hitin millum tólv og fimtan stig, men har mjørki legst – um tíggju stig.