Heimsheilsustovnurin WHO ávarar um, at ein álvarssom fepursjúka kann breiða seg til Evropa Sjúkan herjar í løtuni í Asia, men WHO sigur, at hon kann lættliga breiða seg til Evropa og U02.
Sjúkan, sum hevur fingið heitið chikungunya, elvir til útslett, spýggju og pínu í liðunum, og hendan pínan kann vera so ring, at sjúklingurin kann hvørki sita ella standa, sigur WHO.
Hinvegin er sjúkan ikki lívshættislig, men hon kann fáa álvarssamar avleiðingar fyri heilsuveik fólk.
Í fjør gjørdi sjúkan um seg í Norðuritalia. Hon kom við einum manni, sum hevði verið í India og ferðast. 300 fólk gjørdust sjúk.









