Tá ið leiðarin fyri økistænastuna á Sandi varð settur, vórðu so álvarslig brek gjørd í setanartilgongdini, at Løgtingsins umboðsmaður hevur ikki slept málinum enn.
Í fyrstu atløgu bað umboðsmaðurin stýrið fyri økistænastuna taka alla starvssetanina upp til nýggja við, tí tað vórðu grundleggjandi feilir gjørdir.
Haraftrat metir umboðsmaðurin, at í tí eina førinum vóru grundgevingarnar til klagararnar ikki vera nøktandi, og í hinum førinum vóru tær ósakligar.
Men hóast umboðsmaðurin bað tey taka málið upp til nýggja viðgerð, frætti hann einki aftur um málið og 6. september heitti umboðsmaðurin sostatt einaferð enn um at greiða mær frá støðuni í málinum.
Nú boðaði stýrið frá, at málið var til viðgerar, men at ymiskt tilfar, sum umboðsmaðurin skuldi hava, mátti vera komið á skeivt stað av misgáum, men at nú skuldi alt tilfarið fylgja við, og tað varð so alt sent fyri einum mánaði síðani.
Umboðsmaðurin hevur síðani fingið alt tilfarið sendandi.
Men samstundis fekk umboðsmaðurin eisini avrit av skjølum, hann frammanundan hevði fingið.
- Ein samanbering av útskriftunum og avritunum av gerðabókini vísir, at frásagnirnar í gerðabókini hjá stýrinum fyri Økistænastuna partvíst eru umskrivaðar, annað er ikki tikið við, umframt at lagt er aftrat frásagnunum, sigur Umboðsmaðurin.
- At fáa nøktandi upplýsingar frá myndugleikum er grundarlagið undir málsviðgerðini hjá umboðsmanninum, og tó at tað ikki broytir grundarlagið undir niðurstøðu míni í málinum, meti eg tað vera sera átaluvert, at stýrið fyri Økistænastuna ikki gav mær rættar upplýsingar beinanvegin, sigur umboðsmaðurin.
Men hann sigur eisini, at millum skjølini, hann hevur fingið, vóru eingi skrivlig svar til klagararnar.
- Økistænastan tykist tískil framvegis ikki, hóast fleiri umbønir frá klagarunum og avgerðina hjá kommunala eftirlitinum, hava latið við seg komið og sent klagarunum eina skrivliga grundgeving fyri avgerðini í málinum.
- Hetta haldi eg vera sera atfinningarsamt, sigur umboðsmaðurin.
Av tí, at umboðsmaðurin helt, at talan var um álvarslig brek við viðgerðini hjá stýrinum fyri Økistænastuna í Sandoyar sýslu í hesum málinum, er niðurstøðan sent formansskapinum í Løgtinginum, løgmanni og landsstýriskvinnuni í kommunumálum.
Í hesum sambandi hevur umboðsmaðurin mælt landsstýriskvinnuni í kommunumálum til at viðgera niðurstøðurnar hjá honum, og at lata hann frætta, hvørji stig niðurstøðurnar geva orsøk til at taka í hesum máli.