Álvarsamt ferðsluóhapp við Hvítanesvegin

Løgreglan fekk nakað eftir klokkan átta í morgun boð um eitt ferðsluóhapp við Hvítanesvegin, har ein bilur og ein skutari høvdu rent saman.


Í løtuni kann løgreglan tó ikki siga nógv um óhappið.


- Talan er um eitt álvarsamt ferðsluóhapp, har ein skutari og ein bilur eru rend saman. Meira enn tað kunnu vit ikki siga í løtuni, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.


Løgreglubilar og sjúkrabilar vórðu alt fyri eitt send á staðið, og Hvítanesvegurin er í løtuni sperraður fyri alla ferðslu.