- Sølvi Reinert Hansen, formaður í NSÍ váttar at felagið ongan høvuðsstuðul hevur. Hann veit heldur ikki um felagið er á veg á húsagang, skrivar nordlysid.fo.
Sambært Norðlýsinum ásannar Sølvi Reinert Hansen, at nýggja leiðslan í NSÍ einki yvirlit hevur yvir fíggjarligu støðuna í felagnum, men hesum verður tað arbeitt við av øllum alvi, skrivar altso nordlysid.fo.
Við øðrum orðum er tað ikki bara á vøllinum, at tað knípur við at fáa endarnar at røkka saman. Eftir fýra umfør er NSÍ aftast í Vodafonedeildini við einum stigi.