Álvaratos, Heini!

Í bløðum og á heimasíðum um vikuskiftið heldur Heini Eysturoy, leiðari á Vegadeildini hjá Landsverki, fram við sínum pástandum um, at Heðin Mortensen steðgaði arbeiðinum at gera innkomuveg til høvuðsstaðin, sjálvt um hetta ikki er so.

Framvegis stendur eftir, at tað var eitt samt Tórshavnar býráð – og tað er altso ikki ein einsamallur persónur – sum fyri tveimum árum síðani sendi Landsverki og Innlendismálaráðnum eina samtykt í 20 punktum, sum landsstýrið, eftir tilráðing frá Landsverki, ikki valdi at taka til eftirtektar. Tvørturímóti varð vegagerðin steðgað og játtanin strikað!
Nú tað umsíður røkist fyri, at landsstýrið og Tórshavnar kommuna aftur tosa sama mál, og vilji er til at arbeiða fram ímóti einari loysn á Føroya størsta ferðslutrupulleika, er tað veruliga hugstoytt at uppliva, at ein deildarleiðari á Landsverki við hond og fót mótarbeiðir málinum!
Skrivingin hjá deildarleiðaranum kann illa uppfatast sum annað enn aftur eitt gott dømi um »semjusøkjandi« arbeiðslagið hjá Landsverki, so tí er lítil meining í at halda fram við rættingum og rættleiðingum. Tí kunnu bara gevast tey ráð, at tað altso hevði klætt hesum almenna stovni betur at arbeitt við spaka, heldur enn penni…