LV-málið

Umsóknarfreistin til landsverkfrøðing er farin. Tað málið, sum tók seg upp í sambandi við eina ætlaða samanlegging av Strandfaraskipum landsins og Landsverkfrøðinginum tann 28. desember 1998, verður nú tikið upp til dóms.

Við hesi grein, sum eitt slag av ?proseduru?, gevi eg fyri mín part málið upp í hendurnar á tí politiska myndugleikanum til avgerðar. Eftirmetingin og tað, sum tá krevst, kann so koma seinni.

Saman við hinum deildarleiðarunum á stovninum havi eg lovað tí politiska myndugleikanum at styðja Hans Biskopstø, stjóra, at halda stovninum saman og at halda hann virknan, til avgerð fellur. Hóast stovnurin, sum vera man, er illa farin hetta hálvtannað árið, so hongur hann saman enn og flestu uppgávur eru røktar: ?Mission accomplished!?

Sum greitt nærri frá niðanfyri, so snýr málið seg eftir míni fatan um ein leiðslutekniskan førning innan almennu umsitingina. Antin sleppa vit hesum førningi av hondum í óðum verkum ella viðgera vit hendan førningin við skili petti fyri petti í spurninginum um, hvønn part vit vilja menna og hvør partur skal verða ein ?saga blot?.


Millum administrator

og statsmann

Leiðsla er at

?seta stevnu (málsetningar)

?loysa uppgávur

?seta orð á, hetta samstundis.


At standa fyri, at leiða, kann vera so mangt.


Vit nevna tað eina leiðsluuppgávu at ?administrera? ein stovn. Hetta merkir stutt sagt, at stovnurin skal rekast uttan stórvegis tillagingar ella menning í sambandi við tær uppgávur, sum stovnurin er settur at røkja. Leiðslan skal hugsa seg um og brúka vanligt fakmál, tað veri seg jura, økonomi, sosialráðgeving, verkfrøði e.t.

Hetta slagið av leiðslu er tann minst krevjandi leiðsluuppgávan.

Er tað hinvegin neyðugt at menna stovnin í sambandi við tær uppgávur, sum hann er settur at røkja og skal hetta gerast við skili sæð í einum víðari høpi, so er neyðugt, at leiðslan hevur vilja og evni til at átaka sær part av statsmansleikluti. Leiðslan hugsar seg sjálvsagt um, men harafturat er neyðugt at arbeiða væl saman við øðrum pørtum av samfelagnum og at royna okkurt, sum ikki er roynt fyrr.

Tey orðini, sum sett vera á uppgávuna, skulu sjálvsagt eisini innihalda tað viðkomandi fakið, men harafturat krevst, at leiðslan hevur skil fyri atferðini hjá øðrum pørtum (atferðarlæran) og hevur skil fyri stovnsins virksemi í samanspæli við restini av samfelagnum (hugsar í ?systemum?).

Leiðslutekniskt er hesin parturin av leiðsluuppgávuni væl tann truplasti. Fæst leiðslan upp á hetta støði, kunnu vit siga, at stovnurin er ein ?statsmanseind?, sum er grundarlag undir góðum politiskum verki.

Ein statsmanseind í menning er ikki ein mans verk. Umstøður, tilvild, persónsamanseting, persónligir eginleikar, umsetningur, uppgávusamansetingar, organisering o.m.a. samvirka soleiðis, at ein statsmanseind búnast. Ein slík statsmanseind má tí roknast sum dýrt gull í tægu ? eitt virði í samfelagnum, sum er vert at verja. Ein førningur, sum skal takast á nakkan fyri at berast longur framá vegin.

Hóast eingin statsmanseind í menning verður av einum persóni, so er ikki trupult hjá tí eina persóninum, sum ikki hevur vilja og evni til gott verk, at søpla tað dýra gullið eftir heilt stuttari tíð. Væl styttri tíð enn vit ofta halda vera møguligt.


Tíðarskeiðini 1948-72

og 1988-94

Grundað á liðiligheitina og styrkina í Landsverkfrøðinginum øll 50 árini bæði í vøkstri og í minking, ber illa til at koma uttanum, at stovnurin er ein statsmanseind. At onkur sigur stovnin vera ein stat í statinum og annar heldur tað illa bera til at hava ein so sterkan stovn undir einum stýri eru onnur orð fyri somu meining.

1. apríl 1948 var Mikkjal Helmsdal settur landsverkfrøðingur saman við heimastýrislógini. Høvuðsuppgávan var at vera ?vegamálastjóri?. Har vóru trý stór ?men?.


1.Landið hevði ikki nakað stevnumið um samferðslu við bili ? tá brúktu vit bát

2.Vegabyggingin var eitt ?sosialt? tiltak, har størri dentur var lagdur á inntøkumøguleikar hjá fólki enn vegirnar

3.Landið átti einki vegakervi. Umleið 50 kommunur áttu millumbygdavegirnar


Tað fyrsta ?men?ið? var avgreitt í fíggjarárinum 1954/55, tá ið tann politiski myndugleikin setti kós um samferðslu við bili og setti fíggjarorku av til endamálið. Umstøður gjørdust til Landsverkfrøðingin at keypa maskinur og útgerð, men annars varð fíggjað ígjøgnum studningar til kommunalar vegir.

Stórur partur av okkara landsveganeti er bygt eftir einum leisti, har landsverkfrøðingurin í praksis mátti koma ásamt við hvørt einasta bygdarráð um hvønn smálut í sambandi við byggingina, tí formliga vóru tey byggiharrar.

Samstundis avvandust fólk við ta sosialu yvirvágina, soleiðis at tað nú fyrst og fremst var vegaprosjektið, sum skuldi fáast burturúr.

Í 1964 var tann fyrsta landsvegalógin sett í gildi, men ikki fyrr enn í 1972 fekk landið fullar heimildir og skyldur yvir landsveganetinum.

Hesi vilkor vóru ikki sørt av einum ?manndómsprøva?, har leiðsluvilji og leiðsluevni vóru sett á royndarbeinkin.

Síggja vit hetta í leiðslutekniskum høpi, so var ikki talan um at reka ella at tillaga nakað. Stevnumiðið ? málið ? var at menna vegakervið.

Skuldi vinnast framá, so mátti stovnurin bæði hugsa seg væl um og tosa við viðkomandi partar, bæði kommunalpolitikkarar og landspolitikkarar, áðrenn skjøtil var settur á eitt vegaprosjekt. Og ofta var tekniskt neyðugt at royna okkurt, sum ikki var roynt fyrr, antin tí ráðini vóru ring ella tí royndirnar ikki vóru til.

Hóast Mikkjal bar orð fyri ikki at siga so nógv, mátti stovnurin seta orð á sínar gerðir. Har mátti bæði tosast fak og har mátti hugsast um, hvussu hesin ella hin fór at taka hetta og hitt. Søgan í V4 um sandingin, sum ikki vildi lata gróthúshurðina upp og aftur, hvørja ferð ein bilur kom, man vera kend.

Har mátti eisini hugsast ?system?, soleiðis at stovnurin gjørdist ein partur av eini føroyskari ?umsiting?, umframt at stovnurin natúrliga kom at mynda byggivinnuna.

Hesin ?manndómsprøvin? fyri stovnin er helst ein tann mest týðandi grundin til, at stovnurin gjørdist ein ?statsmanseind?.

Slíkar royndir kunnu vera tungar at byggja upp aftur frá botni.

Í 1988-94 var landið í eini kreppu. Ígjøgnum hesa kreppuna vísti stovnurin sína styrki undir nýggjari leiðslu at megna at halda landsvegakervið, leggja afturat og halda uppá gott fólk, hóast umsetningurin minkaði við 70%. Hetta verður ikki gjørt uttan í eini ?statsmanseind?. Vónandi koma vit ikki at uppliva eina slíka kreppu aftur.

At standa fyri eini slíkari ?statsmanseind? og ?bera førningin longur framá vegin? er ikki hvørs mans føri, hvørki sum aðalstjóri ella sum stjóri fyri stovninum.


Stríðið um LV, 1998-2000

Sum eg síggi støðuna, so kom tann politiski myndugleikin á jólum 1998 í eina óforskylta støðu, sum hann á ongan hátt kundi varða seg ímóti ? í eina privatpolitiska fellu. Vit, sum varða av stovninum, sótu samstundis í eini fellu. Vit kendu gullið í tæguni, men høvdu ilt við at seta orð á heilt neyvt, hvat tað var, vit vildu verja.

Formliga er eingin ivi um, at tann politiski myndugleikin hevur rætt og skyldu til at gera tað, sum hann nú einaferð heldur tæna landinum best. Umframt tey formligu krøvini, er einasta krav til tann politiska myndugleikan, at hann arbeiðir við alment kendum argumentum.

Við semjuni millum løgmann og avvarðandi fakfeløg og seinni setan av fyribils stjóra og ynski um eina frágreiðing frá stovninum var politiskt signalerað, at vit á stovninum eisini skuldu røkja okkara part av uppgávuni ? at geva tí politiska myndugleikanum eitt virðiligt mótspæl.

Tankar eru tonktir, bøkur eru lisnar, lærd fólk eru spurd, orð eru sett á, greinar eru skrivaðar, fyrilestrar hildnir, bøkur skrivaðar, starvsfólkafundir og óformligir kjakfundir hildnir o. s. fr.

Tann politiski myndugleikin hevur fingið sítt mótspæl. Í stríðnum hava vit, sum vera man, verið á kantinum av, hvat góður siður er at gera sum alment sett. Mær vitandi eru tó eingi ósannindi komin fram frá LV síðuni.


Gullið

Tann politiski myndugleikin hevði á jólum 1998 ikki stórvegis møguleikar at gjøgnumskoða, hvat var farið fram á embætisgólvunum, heldur enn hvørjar avleiðingar stóðust av.

Í dag, tann 28. apríl 2000, hevur tann politiski myndugleikin onga umbering fyri ikki at vita. Tað mesta veit hann, og hitt hevur hann havt ríkiligar møguleikar at spyrja um.

Tað dýra gullið ? leiðslueindin - liggur tí í hondunum hjá tí politiska myndugleikanum við ábyrgd mótvegis veljaranum. Tann politiski myndugleikin hevur í dag onga grund til at søpla hendan arvin.

Fyri meg ? og helst tey nógvu á stovninum við ? sigi eg takk fyri dystin. Fær hesin dystur eitt úrslit, sum er gott fyri okkum øll, so eiga ymsu leikararnir ? bæði vit, sum komu í hann uttan sjálvi at vilja tað, og tey, sum sjálvvald komu sær í hann ? at liva við, at summar taklingar vóru rættiliga kontantar. Meg sjálvan hevur hetta lært ómetaliga nógv.


Signabø tann 28. apríl 2000

Signar P. Heinesen


Deyðin er tað at søpla úr goymslum tað dýra gullið,

lata tað fjara í skríni, meðan tú góðsið goymdi.

Hevur tú einki at flýggja uttan ta tómu tægu,

ert tú ein deyður maður.


Her er munur á monnum.


Sig honum meira um arvin:

Virðir tú vit og vinskap

ræður tú orðum at ráða

roynist tú gesti góður

heldur tú brandin blankan

hevur tú lívsins skálir

manniliga at munni

og tømir tær tignarliga,

økir tú ættararvin.


Heðin Brú, brot

úr Fedranna talu