Luxemburgo fekk sekkin

Bara 11 mánaðir eftir, at hann varð settur í venjarastólin, hevur Real Madrid givið Wanderley Luxemburgo sekkin

Tað vóru boðini, sum 53 ára gamli brasilski venjarin fekk frá leiðsluni í felagnum, sum hevði kreppufund sunnudag.
Real Madrid vann annars leygardagin fyrsta sigurin í fimm dystum, men 1-0 sigurin á Getafe var tó ikki nóg mikið til at sannføra nakran í felagnum.
Fyribils verður tað hjálparvenjarin, Juan Ramon Lopez Caro, sum fer at standa á odda fyri Real Madrid liðnum.