Óluva heldur fram í fýra afturat

Tað er nú greitt, at Óluva í Gong heldur fram sum forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í fýra ár afturat.

Felagið hevur aðalfund í næsta mánað og, men freistin at stilla upp til nevndina, var 1. februar.

Og niðurstøðan er, at Óluva í Gong er einasta valevni til formanssessin, so hon verður afturvald uttan atkvøðugreiðslu.

Annars stilla tríggir av nevndarlimunum upp aftur og umframt tey, eru seks valevni afturat stillað upp til nevndina sum telur fýra fólk, umframt forkvinnuna.

Valskeiðið hjá nevndini er fýra ár.

Tað er einaferð hent, at øll nevndin fór frá í einum og ta støðu vil felagið ikki koma í aftur.

Tískil er avgjørt, at teir báðir nevndarlimirnir, sum fáa flest atkvøður, sita í fýra ár, men nummar trý og fýra, sita í tvey ár og sostatt verur nevndarval bara annaðhvørt ár, tá ið tveir nevndarlimir verða valdir hvørja ferð.