Lutfalsliga fá ungfólk doyggja í ferðsluni í Føroyum

Hesi seinastu árini er talið á ungum fólki, sum eru deyð í ferðsluvanlukkum í Føroyum fallið lutfalsliga nógv. Tað sæst í eini uppgerð, Ráðið Fyri Ferðslutrygd hevur sent Løgtinginum.

 

Tað vanliga hevur verið, at talið á ungum fólki ímillum 15 og 24 ár, hevur verið nógv tann størsti aldursbólkurin av teimum, sum eru deyð í ferðsluvanlukkum. Tað hava nevniliga verið umleið  tríggjar ferðir so nógv í hesum aldursbólkinum, sum eru deyð í ferðsluni, enn tað eru í øðrum aldursbólkum.

 

Og talan er í nógv mesta mun um dreingir og menn í hesum aldursbólkunum, sum hava latið lív í ferðsluni. Men tann næststørsti bólkurin hevur verið fólk í eldra endanum.

 

Men hesi seinastu árini frá 2006 til 2015, er munurin ímillum teir ymsu aldurbólkarnar meiri útjavnaður, so at tað nú er minni munurin á, hvør tað er, sum doyr í ferðsluvanlukkum.

 

Aldursbólkurin ímillum 15-24 er framvegis tann størsti bólkurin, munurin ímillum kynini er a kalla burtur. Hinvegin er bólkurin á teimum eldru, frá 75 til 84 ár, at kalla líka stórur sum bólkurin á teimum yngru frá 15 – 24 ára gomlu.