Í dag klokkan 17 verður lutakastið til bólkaspælið í HM-endaspælinum í Katar í vetur. 29 av teimum 32 londunum, sum skulu luttaka endaspælinum eru funnin, meðan tríggir alt ella einki dystir eru eftir.
Reglugerðin sigur, at lond úr somu undankapping kunnu ikki møtast í bólkaspælinum, tó undan tikið UEFA, tí tað eru 13 lond úr Evropa við. Her verða fimm bólkar av átta við tveimum londum úr Evropa.
Tað er eisini greitt undan lutakastinum, at umstrídda vertstjóðin, Katar, verður styrkismett í sterkasta styrkibólkinum og endar í bólki A. Tað er siður og Katar skal eisini spæla setanardystin.
Styrkibólkur 1:
Katar
Brasil
Belgia
Frankland
Argentina
Ongland
Spania
Portugal
Styrkibólkur 2:
Meksiko
USA
Holland
Danmark
Týskland
Uruguay
Sweis
Kroatia
Styrkibólkur 3:
Senegal
Iran
Japan
Marokko
Serbia
Polland
Suðurkorea
Tunesia
Styrkibólkur 4:
Kanada
Kamerun
Ekvador
Saudiarabia
Gana
Wales ella Skotland/Ukraina
Kosta Rika ella Ný Sæland
Peru ella Avstralia/Sameindu Emirríkini