Eingi tilboð eru til eldri fólk, sum vilja flyta úr egnum stórum húsum í ein minni bústað.
Tað er størsti bústaðarpolitiski trupulleikin í Føroyum, staðfestir Bill Justinussen, landsstýrismaður. Hann hevur lagt upp til aðalorðaskifti um alternativan bústaðarpolitikk, sum verður í løgtinginum í dag.
Orðaskiftið byggir á eitt álit um alternativa bústaðarbygging, sum er fyrsta samlaða lýsingin av bústaðartørvinum í Føroyum. Kannað er, hvør tørvurin á alternativum bústaðum er. Meira enn helvtin av teimum yvir 60 ár, sum vórðu spurd í einari Gallup-kanning, segði, at teirra hús vórðu ov stór. Nærum triði hvør av teimum millum 50 og 60 ár segði, at húsini vórðu ov stór. Í hinum endanum svaraðu umleið 15 prosent í aldurbólkinum 20 til 40 ár, at teirra bústaður var ov lítil.
Bill Justinussen sigur tølini vísa, at bústaðarpolitisku átøkini mugu vendast ímóti at skapa neyðugar karmar fyri bygging av smærri bústøðum. Á tann hátt kunnu fleiri bústaðartilboð fáast til vega til eldri fólk, sum búgva í stórum húsum og fegin vilja flyta í ein minni bústað.
Kanningarnar vísa eisini, at meirilutin av hesum eldru fólkunum búgva í húsum uttan skuld, og tey hava sostatt eina góða keypiorku, stendur ein nøktandi bústaður teimum í boði. Flyta tey eldru úr sínum stóru húsum, verða fleiri hús tøk á marknaðinum til tann bólkin av yngri fólkum, ið siga seg búgva í ov lítlum bústaði.
Keypa og leiga
Lykilin til eina loysn er lutaíbúðir, sigur Bill Justinussen. Hetta er ein loysn, sum liggur ímillum eigarabústað og leigubústað. Eitt lutaíbúðarfelag er skipað á tann hátt, at fólk keypa ein lut í felagnum, sum svarar til ein bústað, og síðan gjalda tey eina mánaðarliga leigu til felagið, sum sjálvt ásetir kostnaðin.
Fyrimunurin við hesum eigaraháttinum er, at íbúðin gerst bíligari at sita í enn eini sethús, og tí krevst ikki so nógvur peningur til at seta føtur undir egið borð, sigur Bill Justinussen.
Við lóg skulu karmarnir ásetast fyri, hvussu lutaíbúðafeløgini kunnu virka. Landsstýrismaðurin heldur tað eisini hava týdning at gera fyriskipanir, sum tryggja dygdina í slíkari bústaðarbygging.
Skyldur uttan játtan
Spurningurin er so, hvussu nýggja bústaðarmynstrið skal fíggjast. Í hinum norðurlondunum er tað almenna í størri mun partur av loysnini, og Bill Justinussen heldur, at besta loysnin fyri Føroyar er at leggja íbúðargrunnin og Húsalánsgrunnin saman og gera tann endurskipaða grunnin til almenna bústaðarpolitiska amboðið.
Stóru peningastovnarnir hava fýlst á, at almenni peningurin í Húsalánsgrunninum fór at avlaga kappingina á bústaðarmarknaðinum, og at tað tí ikki var rætt, at Húsalánsgrunnurin fær einkarætt at fíggja alternativa bústaðarbygging. Talan verður ikki um kappingaravlaging, ger landsstýrismaðurin púra greitt.
? Húsalánsgrunnurin fær ikki nakra játtan á fíggjarlógini, men fær kortini nakrar skyldur, sum peningastovnarnir ikki hava. Tær verða ásettar í endamálsorðingini. Tað er heldur ikki ætlanin, at Húsalánsgrunnurin skal fáa einkarætt at fíggja alternativa bústaðarbygging. Tað stendur øllum fíggjarstovnum í boði. Sostatt eru tað heldur peningastovnarnir, sum hava ein kappingarfyrimun fram um Húsalánsgrunnin, tí teirra virksemi er ikki bundið á sama hátt, sigur Bill Justinussen.










