Lurtararnir skutu við skørpum í "Triðja Hálvleiki"

Lurtari úr Fuglafirði hevði besta smsið hesaferð í "Triðja Hálvleiki". Les tey bestu smsini her

 

Lurtararnir hjá sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2 vóru aftur í góðum lagi sunnukvøldið.

 

Hesaferð var tað ein lurtari í Fuglafirði, sum hevði besta smsið, og vann tvey atgongumerki til countrydansin, sum verður í høllini á Hálsi í Havn, leygarkvøldið 30. apríl, sum stuðlafelagið hjá AB skipar fyri. 

 

Besta smsið var soljóðandi: "Í Fuglafirði var neyðugt við einum Bindifestivali, fyri at binda fyri í verjuni hjá ÍF."

 

Onnur góð og skørp sms vóru m.o. hesi: 


"Tórður Thomsen misti nokk sína størstu poker-hond í Klaksvík í dag."

"Tað eru bert tvey ting, sum eru sikkur í lívinum. Man doyr, og Víkingur vinnur á NSÍ."

"Einki løgið við, at Víkingur vann. Kuldin hevur stygt vespurnar burtur."

"KÍ plaga at verða lokalir, men hesaferð var tað B36. Teir góvu KÍ eitt mál."

"Tá Erling fer at koyra buksirnar í vask, so má hann minnast til at taka Klæmint Olsen úr reyvalummanum."

"Kann gott verða, at vespir stinga presist, men eingin vespa er líka beinrakin, sum Hans Pauli."

"Bogi Simonsen kann bara biða Lars Müller til makkara í einari bridgekapping, so kann hann læra Lars at geva kort."

"Fult uppiborið hjá ÍF í dag! Clayt-off er blivin Clayt-on; Bogin er blivin spentur; og Leivur er ikki longur skeivur. Gott ÍF, vit skála eisini fyri einum sigri komandi hósdag!"