Jens Marni Hansen er í góða, gamla rocklagnum, nú hann hevur útgivið nýggjan sang.
Sangurin eitur ”Bíði eftir tær”. Jens Marni Hansen hevur skrivað lagið og orðini til niðurlagið. Orðini til versini hevur Signari í Homrum skrivað.
Josva Debes spælir trummur og Eyðun Johannesen bass. Jens Marni spælir gittar og Finnur Hansen ljómborð.
Finnur Hansen hevur framleitt sangin, og hann hevur eisini ljóðblandað og masterað.
Trýst á pílin í myndini fyri at hoyra nýggja sangin.










