Tað vóru Tórshavnar Kommuna og Føroya Ungdómsráð, sum í felag skipaðu fyri ráðstevnuni, sum bar heitið "hetta er tín kommuna". Ráðstevnan var fyrst og fremst ætlað teimum 14 til 18 ára gomlu, sum á ráðstevnuni høvdu møguleika at taka lut í ymiskum verkstøðum.
Høvdu nógv at geva
Trý av teimum, sum skipaðu fyri ungdómsráðstevnuni, eru Alisa Hammer, Salua Manai og Bogi Andreassen, ið er leiðari á Margarinfabrikkini í Havn. Vit hava hitt tey, hvussu ráðstevnan eydnaðist, og hvat kom burturúr.
- Endamálið hjá okkum við ráðstevnuni var fyrst og fremst at savna tey ungu fyri at vita, hvønn tørv tey ungu hava fyri at tey skulu trívast í kommununi. Hetta haldi eg eydnaðist serstakliga væl, og vit kunnu staðfesta, nú ráðstevnan er farin aftur um bak, at tey ungu hava nógv at geva, sigur Salua Manai, pedagogur.
Sum áðurnevnt vóru fleiri verkstøð á ráðstevnuni, har tey ungu fingu høvi at royna seg á ymsan hátt, kanska serliga á tí skapandi økinum. Men ein bólkur var eisini settur, ið skuldi taka samanum ungdómspolitikk og koma við uppskotum til, hvat kann gerast fyri at bøta um trivnaðin hjá teimum ungu í kommununi.
- Hesin bólkurin fekk ótrúliga nógv burturúr, og tey komu við rættuliga nógvum góðum hugskotum, ið man kann arbeiða víðari við. Eitt tað týdningarmiklasta sambært hesum bólki er tó tað, at tey vaksnu og myndugleikarnir taka tey ungu í størri álvara. Tey ungu halda, at tað í alt ov stóran mun verður tosað niður til tey ístaðin fyri við tey. Somuleiðis hava tey ungu alt ov ofta sæð, at spurnarkanningar hava verið gjørdar í sambandi við ungdómspolitikk, men at tað ongantíð er hent nakað víðari, hóast tey ungu hava gjørt vart við sína misnøgd. Tí hava tey als einki álit á myndugleikunum og teimum vaksnu sum heild, siga teir tríggir fyrireikararnir av ráðstevnuni. Tey halda tí, at tað er av sera stórum týdningi, at vit leggja okkum eina við at lurta betur eftir teimum ungu.
Nógvir fordómar
Sambært teimum trimum pedagogunum er ein afturvendandi trupulleiki í sambandi við tey ungu, at tað eru so nógvir fordómar mótvegis teimum ungu í dag.
- Tey ungu møta fordómum allastaðnis. Allar ræðusøgurnar um tey ungu koma fram í miðlunum, og tað er við til at halda lív í teimum mongu fordómunum. Margarinfabrikkin er eitt savningarstað fyri ung í Havn, og fordómarnir móti staðnum er øgiligir, sigur Bogi Andreassen, leiðari á Margarinfabrikkini.
Hann heldur, at hesir fordómar einki hald hava, tí tey allarflestu av teimum ungu eru stak fitt og løtt at hava við at gera. Sjálvsagt eru nøkur undantøk, men soleiðis vil altíð verða, sigur hann.
Bæði Bogi Andreassen og tær báðar Salua Manai og Alisa Hammer halda, at tað er stórur tørvur á einum veristaði fyri tí eldra bólkinum av teimum ungu. Tað vil siga teimum, sum eru kanska 16 ár og eldri.
Á ráðstevnuni kom eitt uppskot fram um at gera Vertshúsið til eitt veristað hjá ungdóminum í Havn, har møguleiki var fyri bæði kafé og spælistað.
Tey halda eisini, at tað er ógvuliga óheppið, at Margarinfabrikkin liggur í miðbýnum í Havn, tí tey flestu av teimum ungu búgva í útjaðaranum, og miðbýurin hevur eitt rættuliga keðiligt umdømi.
Ein annar vansi við plaseringini av Margarinfabrikkini er tað, at veristaðið liggur mitt ímillum fleiri ølklubbar og skeinkistøð.
- Tá ið Margarinfabrikkin í vikuskiftinum steingir um eitt-tíðina, ganga tey ungu ofta og vála eina góða løtu, áðrenn tey fara til hús. Tá koma tey ofta framvið skeinkistøðunum, har tey bæði kunnu møta freistingum og eisini vaksnum persónum, ið tey kenna væl, sum eru dýrandi fullir, og tað er óheppið, siga teir tríggir pedagogarnir.
Kommunan er positiv
Eftir at ráðstevnan er farin aftur um bak, verður nú arbeitt víðari við, hvussu summi av teimum uppskotum, ið sóu dagsins ljós á ráðstevnuni, kunnu gerast veruleiki.
Sambært teimum trimum fyrireikarunum er Tórshavnar Kommuna ógvuliga positiv og opin fyri nýhugsan, og fundast hevur eisini verið um, hvussu man kemur víðari.
- Vit hava møtt góðum vilja frá kommununi, og so vóna vit, at okkurt av uppskotunum skjótt kann síggjast aftur í verki, sigur Alisa Hammer.
Millum tey uppskot, ið ungdómurin kom við á ráðstevnuni, er millum annað ein opin verkstaður til myndlist og aðra list.
- Ungdómurin er ótrúliga skapandi, men karmarnir fyri skapandi list millum ung eru als ikki nøktandi. Bæði Norðurlandahúsið og Listaskálin eru fullkomiliga "lukkað land" fyri ungdóminum, og vit noyðast at gera teir røttu karmarnar fyri at halda skapandi ungdóminum til, siga tey trý.
Náttarbuss
Eitt annað, ið mangan hevur verið ført fram, er, at tørvur er á einum náttarbussi í Havn. Í flestu størru býum í Danmark er skipan við náttarbussi, har tað er møguligt hjá ungum, sum búgva uttan fyri miðbýin, at koyra við bussi heim á miðjari nátt.
Hetta halda tey ungu hevði verið eitt hugskot at sett á stovn í Føroyum, tí hetta hevði forða fyri, at ung til dømis koyrdu ávirkað á prutlum, og foreldrini høvdu ivaleyst kent seg væl tryggari, um tey vistu, at ein náttarbussur var, ið kundu koyra børnini hjá teimum til hús.
Fleiri onnur hugskot eru løgd fram fyri býráðið, og nú er so bert eftir at vita, hvat kemur burturúr. Fyriskipararnir av ungdómsráðstevnuni siga seg vænta, at tað í hesum førinum verður lurtað eftir ungdóminum, sum hevur nógv at bjóða.