Lupu miðvíst á tey kristnu

Ein yvirgangsbólkur við tilknýti til Taliban hevur tikið ábyrg fyri yvirgangsálopið í Pakistan í gjár. Bólkurin sigur, at teir vildu miðvíst drepa tey kristnu, sum hátíðarhildu páskir í Lahore

Ein yvirgangsbólkur við tilknýti til Taliban hevur tikið ábyrg fyri yvirgangsálopið í Pakistan í gjár. Bólkurin sigur, at teir vildu miðvíst drepa tey kristnu, sum hátíðarhildu páskir í Lahore.

 

Tølini higartil siga, at 69 eru deyð og 412 løstað í álopinum. Bumburnar brustu mitt í Gulshan Iqbal parkini, har nógvar familjur, í høvuðsheitum kristin, hugnaðu sær eftir gudstænasturnar páskadag. Lutfalsliga nógvar kvinnur og nógv børn eru tí millum tey deyðu og særdu.

 

Yvirgangsfelagsskapurin, sum kallar seg Jamat-ul-Ahrar, hevur longu boðað frá, at álopini móti teimum kristnu fara at halda fram.

 

Hetta er tað seinasta í eini røð av yvirgangsálopum móti teimum kristnu í Pakistan. Í mars í fjør lupu tvey sjálvmorðsbumbufólk á ein bólk av kristnum í Lahore. 14 fólk doyðu og 78 fólk vórðu særd.

 

Í 2013 lupu sjálvmorðsbumbufólk á eina kirkju í Peshawar í ein útnyrðing í Pakistan. Yvir 80 fólk lótu lív í tí álopinum.

 

Støðan hjá teimum kristnu í Pakistan er vorðin ógvuliga spent seinastu árini, í takt við at víðgongda islam fær alsamt størri undirtøku í Pakistan. Kristin í hópatali eru tí farin at flýggja til Teilands.