Lundin uppi á landi viðhvørt

Tað hevur higartil verið eitt stak vánaligt fleygaár, verri enn menn vita um. Men um vikuskiftið tók lundin land, og í tveir dagar var tað sum í gomlum døgum. Á summum plássum í hvussu er

Tað hevur verið sum í gomlum døgum við lundafleygi um vikuskiftið.

Úr Stóru Dímun vita menn at siga frá óførum lunda, har fingu teir 900 eftir trimum tímum og tað man vera so gott sum tað kann blíva.

Eisini aðrastaðni frá hevur verið fitt av lunda at landi fríggjadagin og leygardagin. Jørgen Niclasen sigur, at tá hann var úti í Tindhólmi fríggjadagin var so nógvur lundi at landi, sum hann ikki hevur sæð í hólminum í tíggju ár. Hann fór til húsar eftir stong og fór síðani sjálvur annar út aftur í Tindhóllm, har teir fleygaðu 150 eftir lítlari løtu.

Eisini úti í Mykinesi var lundin at landi um vikuskiftið. Eddie Lauritsen sigur, at menn fingu væl av lunda hesar báðar dagarnar. Hann var ikki sjálvur, men sigur frá, at fleygið var gott.

- Men tað er týðiligt, at fuglinum vantar føði. Tað hevur verið lítið og einki at sæð til fugl í ár, og menn, sum hava verið við stongini, hava fingið einar tjúgu til tredivu lundar. Men so um vikuskiftið kom lundin at landi, og væl var at fáa. Men í dag er alt burtur aftur, sigur Eddie Lauritsen.

Tá teir vóru úti í Mykineshólmi herfyri, sóu teir fleiri deyðar pisur Úti í Lamba, teir kalla, og hetta vóru pisur, sum stutt síðani eru komnar úr egginum.

- Tað er týðiligt, at lundin er lagstur nógv for seint í ár. Pisurnar eru so illa fyri, tá tær koma úr eggunum, at teir orka ikki at standa ímóti, so tær doyggja fyrst tað brýtur fyri nev, sigur Eddie Lauritsen.

 

Stendur illa til

Hann sigur, at støðan í ár er mest at kalla hin sama sum hon var bæði í fjør og í fyrraárið. Heldur ikki tá kom nøkur pisa undan.

Hinvegin vísti Jørgen Niclasen á, at nógv størsti parturin av tí, teir fleygaðu í Tindhólmi um vikuskiftið, var ungfuglur.

Men hvørki í Tindhólmi ella í Mykinesi er nakar sildberi at síggja, og tað er tí greitt, at lundin onga pisu hevur.

- Tað vísir seg sum at fuglurin søkir út á hav at leita sær eftir føði og er so burtur í upp til eina viku, og síðani kemur hann at landi aftur. So tað er klárt, at føðin er ein trupulleiki, sigur Eddie Lauritsen.

Men tað stendur ikki bara illa til við lundanum, skilið er tað sama við øllum fuglinum.

- Ternan er burtur, ritan tað sama. Føðin er so lítil, at másin legst eftir eggunum hjá hinum fuglinum, sigur Eddie Lauritsen.

Og tað er sama skil við lomviganum.

- Har er ein rók, sum vit ganga framvið, tá vit fara út í hólmin. Har sita vanliga einir 500 lomvigar, men hendan dagin vit vóru har úti, sat ikki ein tann einasti á rókini. Og tá eingin fuglur situr á rókini, so er hvørki egg ella pisa har, sigur Eddie Lauritsen.

Kortini er nakað av lomviga at síggja sitandi á sjónum, men tað er einki sum bendir á, at hann hevur pisu.

 

Oyði fyri lunda

Eisini í Nólsoy er skilið ringt, tá tað kemur til lunda. Í fjør komu smáir 1600 lundar heim av Urðini, og tað var mett sum serstakliga vánaligt. Men nú fleygatíðin so smátt fer at halla, eru ikki meiri enn 112 lundar fingnir til høldar í Nólsoy í ár.

- Tað er undarligt, at lundin ikki kom upp á land í Nólsoy um vikuskiftið, tá hann gjørdi tað um mest sum landið alt. Væl var eingin á fleyg í Nólsoy um vikuskiftið, men onkur sigldi fram við Urðini leygardagin, og har var snøgt sagt eingin fuglur at síggja, sigur Rene Hansen, ið plagar var vera ein av heilt drúgvu fleygamonnunum í Nólsoy.

Hann sigur víðari, at onkur hevði sagt honum, at skot vóru at hoyra eystanfyri Nólsoynna alt vikuskiftið, og hevur so verið, at menn liggja undir urðunum og skjóta, so kann ikki nógvur lundi koma upp á land.

Heldur ikki í Nólsoy hava menn sæð nakað til sildbera, og Jens Kjeld Jensen hevur fyrr í summar sagt, at lundin er komin ov seint til landið í ár. Og tað er eisini alt, sum bendir á, at so er.