Lundby-næmingarnir fáa endurgjald

Lundby Efterskole og tryggingarfelagið Tryg viðurkenna sær nú endurgjaldsskyldu í sambandi við vanlukkuna, tá ein bátur við fleiri næmingum og tveimum lærarum hjá skúlanum holvdist á Præstø Fjord hann 11. februar. Annar lærarin druknaði, og fleiri av mæmingunum vóru í lívsvanda og hava havt stórar trupulleikar síðani.

Í gjár kom Den Maritime Havarikommision við einari frágreiðing um tilburðin, og har eru fleiri hvassar atfinningar at skúlanum. Leiðsla skúlans sigur í dag, at avgerðin um at átaka sær endurgjaldsskyldu er tikin við støði í frágreiðingini hjá skaðanevndini.

Samstundis hevur sjóferðslustýrið gjørt av at melda skúlan til løgregluna.