Lundar til borgarstjóran

Skipað var fyri uppboðssølu beint eftir setanina av Ovastevnu. Seldir vórðu tvey heystlomb og tvær ferðir seks lundar Eftir at Randi Frederiksberg hevði sett Ovastevnuna 2007, var skipað fyri uppboðssølu í Geilini, sum svarar til Vaglið í Havn.

Seldir vórðu tvey veðurlomb, sum verða latin í heyst, og sigast má, at stevnufólkið var í rættiligum stevnuhýri, tí fyrra lambið fór fyri 2500 krónur, og tað seinna fyri 3050 krónur.

Sum eitt »yvirraskilsi« vórðu eisini tvær ferðir seks lundar seldir á uppboðssøluni. Sum kunnugr er millum lítið og einki komið til høldar av lunda í ár, so tað undraði ikki, at prisurin fyri lundarnar var góður.

Til teir fyrru seks hevði sjálvur borgarstjórin hægsta boð, nevniliga 500 krónur. Men tað var rímiliga væl sloppið, tí teir seinnu seks fóru fyri eitthundrað krónur stykkið, ella 600 krónur tilsamans.

Peningurin fór allur til svimjihylin, og tað var tann vanligi uppboðshaldarin hjá størsta hagapartinum í Nólsoy, Torlakkur Hansen, ið stóð fyri søluni.