Lund liðugur í Malaysia

Fyrrverandi B36 áleyparin, Philip Lund, spælir ikki longur í malaysiskum fótbólti

Danski áleyparin, Philip Lund, sum í seinnu hálvu í fjør var partur av hópinum hjá B36, hevur hetta seinasta hálva árið roynt seg í malaysiskum fótbólti, har hann hevur spælt fyri DRB-Hicom FC.

 

Men tað ævintýrið er nú liðugt. DRB-Hicom FC og Philip Lund hava valt at steðga samstarvinum.

 

Í samrøðu við bold.dk, sigur Philip Lund, at orsøkin til at samstarvið er steðgað, ikki er fótbóltslig, men heldur onkur fiks idé frá onkrum av peningamonnunum í felagnum.

 

Philip Lund sigur tó, at hann er bilsin um støðið í malaysiskum fótbólti.

 

-       Fótbóltsliga støðið í deildini yvirraskaði meg eitt sindur í byrjanini uppá tann góða mátan. Og sum heild hevur støðið í øllum dystunum verið fínt. Til venjing hevur tað tó ikki verið uppá sama máta, tí spennið millum leikararnar í hópinum hevur verið stórt.

 

Philip Lund, sum í fjør var við til at vinna FM við B36, hevur áður eisini roynt seg í Vejle BK, Kolding FC, FC Fyn, Seattle Sounders og Oklahoma City.