Heimasíðan hjá Jóanisi Nielsen veit í dag at siga, at Luna nú fer nú at taka laksin, sum gongur á Sandavági.
- Í gjár riggaðu teir til á brygguni undir Húsabakka. Tøkuútgerðin hjá alifyritøkuni Lunu varð flutt úr Gøtu, har teir hava tikið laksin, sum gekk á Gøtuvík.
Jóanis Nielsen skrivar, at nú skal takast á Sandavági, helst eini 5.000 tons, og tøkan fer í gongd beinanvegin.
- Frá nú av og til nýggjárs verður laksurin tikin, sum gongur á Sandavági, skrivar heimasíðan.
Tá liðugt er á Sandavági, byrjar tøkan á Sørvági.