Lukasz stegðaði Fremad

Fyrrverandi VB-spælarin Lukasz Cieslewicz skoraði fyri 2. Lið hjá Brøndby, sum vikuskiftið spældi ímóti oddaliðnum í 2. deild eystur, Fremad Amager. Lukasz legði Brøndby á odda 1-0 í 18. minutti, og seinni í dystinum fekk hann eisini gult kort. Anders Jochumsen javnaði fyri Fremad Amager, tá ið tað restaðu stívliga fimm minuttir. Fremad Amager liggur á odda á deildini og er í løtuni seks stig frammanfyri næstu liðini.