Rannvá B. Andreasen úr KÍ og Lukasz Cieslewicz úr B36 vóru bestu spælararnir í Føroyum í 2011. Tað varð kunngørt á samkomu á Hvonn fyri løtu síðani.
Hetta er níggjunda ferðin, at Rannvá B. Andreasen verður kosin besti kvinnuligi spælarin í Føroyum:
Tá ið Rannvá varð biðin um at siga, hvør hon heldur orsøkina vera til, at júst hon so ofta er kosin ársins spælari, svaraði Rannvá:
- Eg geri mítt ítarsta við at venja, og eg kenni tað framvegis vera hugaligt at spæla fótbólt. Og tað skulu góðir liðfelagar til, um hesin heiðurin skal røkkast, og eg haldi meg hava frálíka góðar liðfelagar.
Lukas Cieslewicz hevur í ár fyri fyrstu ferð spælt í bestu føroysku deildini, og tískil var hetta fyrsta ferðin, at hann rakk hesum heiðrinum, sum hann var glaður fyri.
- Liðfelagarnir hava verið góðir, og tað hevur gingið væl hjá okkum øllum.
Og hvussu verður næsta ár?
- Tá fari eg aftur at spæla við B36. Vit ætla okkum aftur at vinna heima á landi, og vit ætla okkum at standa okkum væl í europeisku kappingini, sum vit gleða okkum ógvuliga nógt til at taka lut í, segði Lukasz Cieslewicz.
Tað var Høgni Thomsen frá Vodafone, sum er høvuðsstuðul fyri landskappingini, sum handaði ársins spælarum og hinum, sum vunnu heiður og æru í dag, minnisplátur.